Málslig ráðgeving
20.03.2015

Málið kring okkum

Málið er allastaðni kring okkum. Vit sansa umheimin og siga frá tí við málinum. Betri vit duga at siga frá tí, sum er kring okkum, meira síggja vit av undranarverdu náttúru okkara.

Beint nú sprettir várið - og flytifuglurin er komin. Várblómurnar spretta. Nógvar várblómur eru gular og fagna við sínum lýsandi gula liti teirri ljósu tíðini.

Gula hóvblaðið er følnað, og nú koma bløðini hjá hesi merkisverdu plantu, sum blómar fram við vegum og aðrastaðni. Ikki fyrr enn blóman er følnað, koma bløðini.

Soleiðis er ikki við várhagasóljuni, sum nú í mai tekur dik á seg við sínum sterka gula blómuliti.

Várhagasólja
Í urtagørðum er hagasóljan oftast óynskt. Ókrút, illgras, lok - ella hvat vit velja at kalla hana. Men við sínum fríska, sterka liti er hon ein lívsjáttandi sjón. Mong undirsløg av várhagasólju eru, eini 35 smásløg í 7 deildum eru í Føroyum.

Mjólkarsevja er í plantuni, og hon hevur verið gagnnýtt bæði sum heilivágsplanta til at smyrja upp á kambfjaðrar. Bløðini eru góð at eta sum salat.