Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Verið stolt av føroyskum! Vit eiga eitt ríkt føroyskt móðurmál. Útlendingar, sum koma higar, undrast stórliga á, at eitt so fáment mál sum føroyskt hevur klárað at varðveitt síni gomlu eyðkenni, hóast mangan lá vátt undir føti. Men framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, vit verða noydd alla tíðina at arbeiða við málinum.
Tá ið veðurtíðindini verða lisin í útvarpinum, havi eg verið varur við í seinastuni, at ein ávísur útvarpsmaður ikki hevur bent navnið á Ytra banka rætt. Tað er bara ein rættur máti at benda hetta orð. Tá ið veðurvánirnar fyri havið um Føroyar verða lisnar, eiga vit t.d. siga, at stormávaring er fyri Ytra banka ella Ytsta banka. Nøvnini á bankunum er Ytri banki og Ytsti banki, men tá ið vit benda hesi orð, fáa tey a í hinum føllunum í eintali. Tí er rætt at siga veðurvánirnar fyri Ytra banka og Ytsta banka. Onnur orð, ið bendast á sama hátt eru t.d. eystari og vestari. Rætt er at siga t.d. á Eystara ringvegi og at sakarmál verða skotin inn fyri Eystara landsrætt.