Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

odjibva
algonkiska málættin; móðurmál hjá um 60.000 fólkum ella fleiri, meginparturin í Kanada (ISO 639-1: oj, ISO 639-2: oji)
oksitanskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; óvist hvussu nógv framvegis hava tað sum móðurmál, møguliga einar 2.000.000 fólk, meginparturin í Fraklandi (ISO 639-1: oc, ISO 639-2: oci)
orija
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá sløkum 32.000.000 fólkum, meginparturin í India (ISO 639-1: or, ISO 639-2: ori)
oromo
afroasiatiska málættin; móðurmál hjá góðum 17.000.000 fólkum, meginparturin í Etiopia (ISO 639-1: om, ISO 639-2: orm)
osetiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá um 525.000 fólkum, harav um 100.000 í Georgia (ISO 639-1: os, ISO 639-2: oss)