Málslig ráðgeving

27.06.2008

Summarbræv frá Málnevndini (27.06.2008)

Allur bati bøtir

Fram, víkingur!
Tað var gleðiligt at síggja ítróttafrásøgufólk í sjónvarpinum herfyri lurta eftir gøtumanni, sum greiddi frá, at tað eitur víkingur og ikki víkkingur, sum hevur verið at hoyra víða hvar í eina tíð. Nú hoyrist tann rætti framburðurin oftari og oftari.

Politikaramálspillur
Tey flestu gera sær ómak við at málbera seg væl, tá ið tey eru í loftmiðlunum, og góður málburður verður treytaleyst kravdur av teimum, sum starvast í almennum loftmiðlum. Flest teirra lúka krøvini í øllum góðum.

Tey, sum eru gestir í útvarpi ella sjónvarpi í samrøðum e.a.tíl., eru ikki undir sama kravi. Men her eru politikarar í einari serligari støðu, so nógv pláss sum teir fáa í almennu miðlunum; harumframt hava teir sum vald umboð hjá okkum øllum serliga skyldu at vanda sær um málið. Landsins kosnu hava yvirhøvur vandaðan málburð, summi framúr, so tað er ein frøi at lurta eftir teimum.

Tó, málspillur lýta. Vanligt men ófagurt politikaramál er orðingin upp á núverandi tíðspunkt. Tað rætta er t.d. sum (nú) er ella í løtuni – umframt at tað er styttri og snøggari. At tað er skjótari at siga, er ikki altíð ein fyrimunur hjá politikarum, tí teir vinna sær ofta tíð við ífylluorðum sum teimum omanfyri nevndu, men mælt verður frá hesari orðingini, og væl ber til at finna onnur løtt ífylluorð.

Utilukkandi
tykist at vera ein málspilla, sum er blivin mótstøðufør, so ofta hoyra vit hana frá politikaranum, t.d. “Tað kemur útilukkandi at snúgva seg um...”, hóast tað hevði verið so lætt at sagt “Tað fer burturav at snúgva seg um... .”

Orðið kaoskontol var herfyri dagligur gestur í føroyskum stovum, eitt ósnøgt mótaorð, sum tað ber til at finna upp í ein leyp av føroyskum orðingum fyri, t.d. tíðin, sum átti at farið til politiskt virksemi, fer bara til at sløkkja eldar, ...at slætta sjógv, at verja seg fyri brotasjógvum, halda pláss o.a.m.

Umsorgan og vansorgan
Nógv og væl er skrivað og tosað um almannamál. Eitt høvuðsorð á økinum er umsorgan, sum er eitt gott orð um tað at røkta og fjálga um, bæði í dagligum máli og yrkismáli. Har, sum umsorgan ikki er til staðar, men átti at verið, er talan um vansorgan, t.e., van- verður sett frammanfyri (sbr. t.d. vanrøkt, vanvirðing o.fl.), og um- fellur tá burtur. Hetta er eisini eitt gott orð.

Vit hava sæð og hoyrt orðið vansorgan í bløðum og loftmiðlum. Men nú sýnist tað at vera burturblivið; í staðin er komin ein miseydnað týðing av tí danska omsorgssvigt, sonevnt umsorganarsvik. Á donskum eitur tað strømsvigt, tá ið streymurin fer og vit liggja í streymloysi; men neyvan høvdu bløð og loftmiðlar funnið upp á at kalla tað streymsvik, sum – um tað verður brúkt – merkir at svika, kanska stjala streym. Orðið umsorganarsvik er burtur av allari leið, men vansorgan er snøgt og greitt.

Apoteksmál
Á einum kunnningarlepa, sum fylgdi við einum pakka av tablettum frá apotekinum stóð: “Takast til matin.” Ikki er hetta trivaligt mál, men eyðsæð ein donsk orðing, samsvarandi t.d. at spise brød til kaffen. Vit eta breyð aftur við kaffinum, og tablettirnar skulu takast aftur við mati.

Sjónvarpsteksting
Tað er álvarsmál, at teksturin á skíggjanum hjá SVF ofta er skeivt skrivaður. Álvarsmál, tí landið rindar nógvan pening fyri at læra børnini at stava. Tað er sjálvsagt, at Sjónvarp Føroya í hesum eigur at draga somu línu sum skúlin og má skriva rætt á skíggjan. Tí harmast vit um, at nøvn á kappróðrarbátum vóru skeivt stavað á skíggjanum stutt herfyri.