Málslig ráðgeving

19.05.2006

Bræv frá Málnevndini (19.05.2006)

Kennir tú tí (sic!) orðingina?
Ein sjáldsom málvilla er fløkja við (skeivum) hvørjumfalli í einum einstøkum ávísingarfornavni knýtt aftur at einum (røttum) beinleiðis ávirki, sum stendur og eigur at standa í hvønnfalli. Talan er um ávísingarfornavnið tann í kvennkyni eintali – sum jú eitur ta, stavað við ongum ð! Úrslitið av hesi villu verður: ávísingarfornavnið í hvørjumfalli, ávirkið í hvønnfalli! Dømi: Eg kenni ikki tí (sic!) konuna.

Hetta fær sjálvandi ikki verið rætt! Bæði orðini eiga av røttum at standa í hvønnfalli – vit spyrja: hvønn kennir tú ikki? Svarið er: Eg kenni ikki ta konuna!

Bátasmiður
Oftari og oftari sært og hoyrir tú orðið bátabyggjari í fjølmiðlunum. Men man ikki hetta vera útlendsk ávirkan, bådebygger á donskum og boat builder á eingilskum? Sjálvt um handverkið rímiliga broytist, sum tíðir líða – man so kortini ikki rættari vera at halda fast við tað gamla føroyska starvsheitið, sum er bátasmiður? Sama er at siga um orð sum: skipasmiðja, skipasmiður, skipasmíð.

Sínum – teirra
10.000 fólk noyddust at fara frá húsum teirra, visti tíðindafólkið at siga. Var tað sagt á donskum ella enskum, var kanska lítið at siga um hetta, málsliga. Men av tí at tað seinasta orðið í setninginumbendir aftur á grundliðin (t.e. 10.000 fólk), eiga vit at brúka tað afturbenda fornavnið, sum her verður sínum. Tað gera vit bæði í eintali og í fleirtali á føroyskum!

Sostatt er rættari at siga og skriva, at 10.000 fólk noyddust at fara frá húsum sínum (fara av húsunum, hevði onkur sagt).

Munurin á afturbenda fornavninum sínum og ognarfornavninum teirra kann verða lýstur við hesum báðum dømum:

Tey hjálptu sínum børnum (tey eiga børnini sjálv; sínum bendir aftur á grundliðin, sum er tey.)
Tey hjálptu teirra børnum (onnur eiga børnini; teirra vísir á onkur, sum hava fyrr verið nevnd.)

Fyri – eftir
Nú hoyrist stundum sagt sovorðið sum dagin frammanundan og dagin aftaná. Soleiðis hevur ikki fyrr verið sagt um tíðina.

Fastar orðasamansetingar, tá ið ræður um tíðarmerkingar (sum eru hjáliðir í setningunum) av hesum slagnum, hava verið slíkar sum:

dagin fyri – dagin eftir
árið fyri – árið eftir
vikuna fyri – vikuna eftir
o.s.fr.

Er ikki tað ólíka snøggari – og so er tað eisini styttri!