• Um Málráðið
    • Ráðslimir
    • Starvsnevnd
    • Starvsfólk
    • Arbeiðssetningur
    • Norðurlendskt samstarv
    • Ársfrágreiðingar
  • Málpolitikkur
    • Málmørk
    • Navnanevndin
    • Staðarnavnanevndin
  • Amboð
    • Orðalistar
    • Orðabøkur
    • Fólkanøvn
    • Stavsetingarreglur
  • máltænasta
    • Máltáttur
    • Málnevndarbrøv
    • Orðafar
    • Mangan spurt
  • Tíðindabræv

Arbeiðssetningur


Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið skal savna og skráseta nýkomin orð, máliskur, framburðir og onnur málslig fyribrigdi í føroyskum og skal vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við spurningum. Málráðið eigur at samstarva við fjølmiðlar, stovnar og almennar myndugleikar, ið hava stóra málsliga ávirkan. Í sambandi við yrkisbólkar skal Málráðið menna gott føroyskt yrkismál og annars skipa fyri átøkum málinum at frama.

Málráðið ritstjórnar og greiðir til útgávu eina føroyska stavsetingarorðabók, sum landsstýrismaðurin løggildir. Almennir myndugleikar hava skyldu at fylgja ásetingunum í stavsetingarorðabókini.

Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.

Málráðið
Handan Á 5
100 Tórshavn
Tlf. +298 312397
malrad@malrad.fo
© MÁLRÁÐIÐ. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Faroe Media