Inngangur
Flestu orðini á hesum listunum eru tílík, sum Málstovan og Málnevndin eftir áheitan hava skotið upp í staðin fyri útlendsk. Men nógv eru eisini ímillum, sum fólk hava boðað okkum frá, ella sum vit hava frætt um á annan hátt. Øll orðini eru í roynd og veru ikki nýggj. Eitt nú er øki ikki nýtt orð í føroyskum, men sum týðing av domain í sambandi við teldumál er tað nýtt.
Fyrri listin er skipaður við útlendskum, t.e. donskum og enskum, leitorðum og føroyskum týðingum, og í seinna listanum eru leitorðini føroysk og týðingarnar útlendskar. Orðaflokkur er tilskilaður við leitorðini, og eisini um navnorðini eru í fleirtali. Við føroysku navnorðini er kyn tilskilað. Við summi orð er nýtsluøki nevnt, og við hvørt verður víst til samsvarandi orð í øðrum málum (sí Styttingar). Stundum er "leitorðið" fleiri orð, serliga lýsingarorð + navnorð, t.d financial controller. Tá er høvuðsorðið – navnorðið – tilskilað.
Styttingar
Mállæruheiti:
flt fleirtal
fs fyriseting
h hvørkikyn
k kallkyn
kv kvennkyn
l lýsingarorð
n navnorð
s sagnorð
tát tátíð
Mál:
da. danskt
en. enskt
fr. franskt
ísl. íslendskt
lat. latín
no. norskt
norr. norrønt
sp. spanskt
sv. svenskt
tý. týskt
Nýtsluøki:
(alisfr) alisfrøði
(átr) átrúnaður
(bókm) bókmentir
(bún) búnaður
(búsk) búskaparfrøði
(byggil) byggilist
(djfr) djórafrøði
(evnafr) evnafrøði
(fisk) fiskifrøði
(fugl) fuglafrøði
(handarb) handarbeiði
(heifr) heilsufrøði
(heimsp) heimspeki
(ítr) ítróttur
(jarðfr) jarðfrøði
(landfr) landafrøði
(lívfr) lívfrøði
(lækn) læknafrøði
(løgfr) løgfrøði
(málfr) málfrøði
(ným) nýmerking, um orð ið hevur fingið nýggja merking (umframt eldru merkingina/merkingarnar)
(olj) oljuorð
(plfr) plantufrøði
(ravm) ravmagn
(samfr) samfelagsfrøði
(sálfr) sálarfrøði
(skúl) skúlamál
(stjfr) stjørnufrøði
(stjm) stjónmál
(støddfr) støddfrøði
(teld) teldufrøði
(tónl) tónleikur
(trygg) trygging
(veðurfr) veðurfrøði
(vistfr) vistfrøði