• Um Málráðið
    • Ráðslimir
    • Starvsnevnd
    • Starvsfólk
    • Arbeiðssetningur
    • Norðurlendskt samstarv
    • Ársfrágreiðingar
  • Málpolitikkur
    • Málmørk
    • Navnanevndin
    • Staðarnavnanevndin
  • Amboð
    • Orðalistar
    • Orðabøkur
    • Fólkanøvn
    • Stavsetingarreglur
  • máltænasta
    • Máltáttur
    • Málnevndarbrøv
    • Orðafar
    • Mangan spurt
  • Nevndarlimir
  • Reglugerð
  • Stavseting av staðarnøvnum
    • Fyriseting og hjáorð
    • Saman- ella sundurskriving
    • Stórir og smáir stavir
  • Samansetingar við -víkar- ella -viks-
  • Leinki

Stórir og smáir stavir

 

Meginreglan er, at sernavn, herundir staðarnavn, verður skrivað við stórum, t.d. Føroyar, Tórshavn, Atlantshavið, Skopunarfjørður, Dalavegur, Tróndargøta. Eisini stytt “nærnavn” verður skrivað við stórum, t.d. Stakkurin (= Tjørnuvíksstakkur), Nesið (= Tinganes).

 

Í staðarnavni við navnorði og eftirsettum lýsingarorði verður báði navnorð og lýsingarorð skrivað við stórum, t.d. Áin Svarta, Fjallið Mikla, Hellan Bláa, Hesturin Hái, Regnið Bølluta.

 

Í staðarnavni við navnorði og eftirsettari fyrisetingarheild verður navnorðið og stýringin skrivað við stórum, fyrisetingin við lítlum, t.d. Áin í Rættum, Brekkan á Fjøllum, Gjógvin á Skálanum, Støðulagið undir Hesti.

 

Málráðið
Handan Á 5
100 Tórshavn
Tlf. +298 312397
malrad@malrad.fo
© MÁLRÁÐIÐ. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Faroe Media