Inngangur
Her verður settur upp tann fólkanavnalistin - konufólkanøvn fyri seg og mannfólkanøvn fyri seg - sum navnanevndin evnaði sambært 15. grein í løgtingslóg um fólkanøvn, ið varð samtykt 3. juni 1992 og lýst 15. oktober sama ár.
Nøvnini standa øll í hvørfalli, og í ( ) verður sýnt, hvussu navnið bendist í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli. Framburður er vístur í [ ]. ' merkir herðing. / stendur ímillum loyvdar síðuformar.
Sambært 6. grein 3. stk. í lógini kann eftirnavn vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Tá ið stovnur í faðirsnavni endar við -s, kann verða valt ímillum navn við fyrra liði í hvørsfalli (-ar) ella ongari ending (-s í endanum á stovninum er tá at skilja sum hvørsfall), t.d. Magnusarson ella Magnusson, Tummasarson ella Tummasson, Niklasardóttir ella Niklasdóttir, Hanusardóttir ella Hanusdóttir o.s.fr. Styttru sniðini hava eldri hevd. Tey nøvn, ið merkt eru við * á navnalistanum, koma undir hesa reglu.
Vegleiðing um fornavn
Navnalistin er góðkendur navnalisti, sum øll, ið eru búsitandi í Føroyum, kunnu brúka.
Ynskir tú annað navn enn tey, ið eru á navnalistanum, ber til at søkja um loyvi. Tað eru tríggir hættir at søkja um loyvi.
1. Tú kanst søkja um nýtt navn
Treytirnar eru:
a) At navnið av røttum er fornavn og ikki t.d. eitt millum- ella eftirnavn.
b) At navnið ikki kann haldast at vera til ampa.
c) At navnið er í samljóði við føroyskar málreglur.
2. Tú kanst eisini søkja um uppkalling
Treytirnar eru:
a) At navnið í høvuðsheitum líkist navninum á tí, ið kallað verður upp eftir.
b) At fyri hvørt navnið, ið givið verður, verður bara kallað upp eftir einum navni. T.v.s. at man kann ikki seta nøvn saman.
c) At tann, ið verður uppkallaður, er annaðhvørt
a) Systkin hjá barninum
b) Foreldur, omma ella abbi, langomma ella langabbi
c) Systkin hjá foreldrum
d) Systkinabarn
e) Ella ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi.
3. Tá annað ella bæði foreldrini hava útlendskan uppruna og ætla at nýta navn úr heimlandinum