Mangan spurt
Spurningarnir niðanfyri eru grundaðir á veruligar spurningar, sum javnan hava verið settir Málstovuni.
|
Mangan spurt
Spurningarnir niðanfyri eru grundaðir á veruligar spurningar, sum javnan hava verið settir Málstovuni.
Hvussu skriva vit tøl? Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fjøruti, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru: tretivu, hálvtrýssinstjúgu ella hálvtrýss, trýssinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems.
Tøl undir hundrað verða skrivað í einum orði
Tal á túsundarum verður markað antin við millumrúmi ella punktumi
487 962 ella 487.962
808.741.227 ella 808 741 227
Terningakast
Hvussu kunnu vit vita, um talan er um boðshátt ella hugshátt (ynskishátt)?
Nær endar boðsháttur við ð?
Boðsháttur endar altíð við -ið í fleirtali, t.d. greiðið, ríðið, bíðið, forðið, farið, komið. Í eintali endar boðsháttur við ð, um stovnurin endar við ð, t.d. greið, ríð, tó ikki um tátíð eintal endar við -aði, t.d. bíða, forða, tátíð eintal: bíðaði, forðaði. Boðsháttur av biðja er bið í eintali og biðið í fleirtali.
Nær eiga vit at brúka vera og nær verða, t.e. nær eigur ver(ð)a at hava ð?
Tá ið tað er natúrligt at seta er inn í staðin fyri var, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ikki ð, men tá ið tað er natúrligt at seta verður inn í staðin fyri varð, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ð, t.d. Takið var málað grønt : Takið er málað grønt Takið varð málað grønt : Takið verður málað grønt. Skriva vit Takið varð málað ella Húsini vórðu málað, fór arbeiðið fram í tíðini, vit skriva um. Skriva vit Takið var málað ella Húsini vóru málað, var arbeiðið longu gjørt frammanundan. varð/verður sigur frá onkrum, sum fer fram, eini prosess, men var/er sigur frá eini støðu.
Tá ið vit skriva tøl við talstavum, eitt nú 1960, skoyta vit tá endingar beinleiðis upp í talið, ella hava vit bindistriku ímillum?
Mælt verður til bindistriku, tá ið tøl ella styttingar eru partur í samanseting, t.d. 1960-árini, 1960-árunum, HB-húsið, men burturfalsmerki (apostroff) millum tøl ella styttingar og endingar, t.d. 1960'ini, 1960'unum, HB'ari. Eigur tað at vera 101 strúkarar ella 101 strúkari? Hvussu eru hasar reglurnar?
Tá ið vit ynskja fólki at vera vælkomin, eitur tað so Vit ynskja tær vælkomin ella vælkomnum?
Samsvar skal vera millum tær og vælkomin, og tí eiga vit at siga Vit ynskja tær vælkomnum, um vit venda okkum til eitt mannfólk, men Vit ynskja tær vælkomnari, um vit venda okkum til eitt konufólk. Venda vit okkum til fleiri, eigur tað altíð at vera vælkomnum, t.e. Vit ynskja tykkum vælkomnum.
Nær benda vit son-nøvn?
Mælt verður til, at son-nøvn verða bend, tá ið tey eru verulig faðirs- ella móðurnøvn, men ikki um tey eru føst ættarnøvn, t.d.hjá Hera Jákupssyni (ella -soni), um tað er eftir fornavninum á pápanum, men hjá Hera Jákupsson, um øll í familjuni havaJákupsson sum eftirnavn. Tá ið konufólk eita son-nøvn, eru tey altíð føst ættarnøvn og verða ikki bend. Eftirnøvn við -dóttir eru altíð verulig faðirs- ella móðurnøvn, so tey verða altíð bend.
Hvussu kunnu vit vita, nær dóttir eigur at enda við -ir og nær við -ur?
Tað endar við -ir í hvørfalli og -ur í hinum føllunum. Bera vit saman við kona, endar dóttir við -ir, tá ið vit kunnu seta kona inn í staðin, men við -ur, tá ið vit kunnu seta konu í staðin, t.d. Dóttir hansara segði tað / Kona hansara segði tað, Eg segði tað við dóttur hansara / Eg segði tað við konu hansara. Kvennkynsorðini systir, móðir, mostir og fastir bendast eins og dóttir í eintali. Og kallkynsorðið bróðir bendist eisini sum dóttir í óbundnum eintali.
Eigur gøta at skrivast fyri seg ella fast í navninum í gøtunøvnum sum Niels Finsens gøta?
Í sambandi við fólkanøvn, sum eru sett saman av fleiri nøvnum, verður gøta, vegur o.s.fr. skrivað fyri seg og við lítlum, t.d.Niels Finsens gøta, V.U. Hammershaimbs gøta, men tá ið fólkanavnið er eitt orð, verða orðini skrivað saman, t.d. Eiriksgøta,Tórugøta.
Hví siga eitt nú fjølmiðlafólk ofta fars-telefon, fars-seðil og fars-støð í staðin fyri far-telefon, far-seðil og far-støð? – Hví so ikki siga fars-leið, fars-vegur og fars-væl heldur enn far-leið, far-vegur og far-væl?
Í føroyskum verður r avraddað framman fyri óraddað hjáljóð. Tí ljóðar r'ið ymiskt í eitt nú vermóðir og verfaðir – tað fyrra raddað, tí m'ið í -móðir er raddað, og tað seinna óraddað, tí f'ið í -faðir er óraddað. Og rs verður framborið sum óraddað r. Tí hoyra vit ikki mun millum tú gert (av gera) og tú gerst (av gerast), t.d. Hvat gert tú? og Tað gerst ikki við. Og heldur ikki millum fartelefon og farstelefon. Tað er í grundini avraddingin av r'inum, sum ger, um vit hoyra hjáljóðið aftaná sum raddað ella óraddað, t.d. sum t heldur enn d, sum k heldur enn g o.s.fr. Siga vit r'ið raddað í gjørt í t.d. Tað er gjørt, ljóðar tað sum gjørd, og siga vit r'ið raddað í navninum Bjørk, ljóðar tað sum Bjørg. Í talu er munurin millum Bjørk og Bjørg, at r'ið verður framborið ymiskt – í Bjørk óraddað og í Bjørg raddað; k'ið og g'ið verða harafturímóti framborin eins. Í farleið, farvegur og farvæl er r'ið raddað, tí l'ið í -leið og v'ið í -vegur og -væl eru raddað. Tí fellur r'ið í teimum orðunum ikki saman við rs. Hví verður øvugt við hvørt stavað øvut? Er tað ikki leitt av øvugur, har g er í stovninum? – Kunnu orð sum støðugt so eisini stavast uttan g?
Brúka vit øvutur, verður bendingin henda:
Hví stendur -g- og -v- eftir í summum samansettum sniðum við skerping: slógbilur (slógv + bilur), próvtøka (prógv + tøka), men ikki í øðrum: sjómaður (sjógvur + maður)? Hví er stavsetingin ikki gjøgnumførd?
Kanst tú greiða frá, nær vit eiga at brúka persónsfornavnið (hann, hana, tað, teirra; honum, henni, tí, teimum; hansara, hennara, tess, teirra), og nær vit eiga at brúka afturbenda fornavnið (seg; sær; sín, sín(ar)i, sínum)?
Afturbent (refleksivt) fornavn vísir til grundliðin ella til fjaldan grundlið (hvønnfall + navnháttur). Tá ið tað vísir til grundliðin, skuldi tað verið hampiliga greitt: Óluva lærdi seg at binda rangt og rætt. Óluva lærdi hana at binda rangt og rætt. Í fyrra setninginum lærir Óluva seg sjálva at binda. Í seinna setninginum lærir hon eina aðra gentu ella konu at binda. Óluva vaskaði sær um andlitið . Óluva vaskaði henni um andlitið. Í fyrra setninginum vaskaði Óluva sær sjálvari um andlitið, í seinna setninginum eini aðrari kvinnu ella gentu. Óluva hjálpti systur síni. Óluva hjálpti systur hennara. Í fyrra setninginum er talan um systur Óluvu. Í seinna setninginum er talan um systur eina kvinnu, sum ikki er nevnd í setninginum. Sum nevnt kann afturbent fornavn eisini vísa til hvønnfall. Tað er, tá ið hvønnfall + navnháttur hava virði sum setningur, t.d. Eg bað hana hjálpa mær, har hana hjálpa mær hevur virði sum setningur: 'Hon hjálpir/hjálpti mær'. Í tílíkum førum sæst ikki á sjálvum setninginum, um fornavnið vísir til grundliðin ella hvønnfallið (ávirkið), t.d. Karin bað Óluvu læra seg at binda rangt og rætt. Karin bað Óluvu vaska sær um andlitið. Karin bað Óluvu hjálpa systur síni. Vanliga er tað tó ikki nakar trupulleiki, tí vit skilja av samanhanginum, hvønn seg/sær/sín vísir til. Tað ber kortini ikki til at brúka persónsfornavnið í staðin, t.d. Karin bað Óluvu vaska henni um andlitið. So vísir tað til eina kvinnu, sum ikki er nevnd í setninginum.
Nær eitur tað í samband við og nær í sambandi við?
Tá ið í stýrir hvønnfalli, eitur tað í samband við..., og tá ið í stýrir hvørjumfalli, eitur tað í sambandi við..., t.d.: Setið tygum í samband við Apotekið. (hvønnfall) Skipað verður fyri upplýsing í sambandi við ætlaðu broytingarnar. (hvørjumfall) Eru vit í iva, kunnu vit spyrja Í hvat samband... ella Í hvørjum sambandi... Er tað natúrligt at spyrja Í hvat samband..., hava vit hvønnfall, og er natúrligt at spyrja Í hvørjum sambandi..., hava vit hvørjumfall, t.d.: Í hvat samband skal eg seta meg? Í samband við Apotekið. Í hvørjum sambandi verður skipað fyri upplýsing? Í sambandi við ætlaðu broytingarnar. Hvørjar reglur galda fyri nýtsluna av hvørjum øðrum og hvør øðrum?
Í sambandi við fyrisetingar:
|