Føroyska málráðið er stovnur undir Mentamálaráðnum. Tað varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 13. juli 2017.
Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.
Málráðið er skipað sum umboðsráð við starvsnevnd og skrivstovu, sum verður kallað Málstovan.