Aktuella hornið
Vælkomuorð á móðurmálshaldi 2016
Kæra landsstýriskvinna, góða samkoma. Vegna fyrireikararnar er tað mær ein heiður at bjóða øllum vælkomnum til móðurmálshald her í hugnaligu Nýggjustovu hetta síðsta hóskvøld í marsmánaði. At halda móðurmálsdag er nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, og dagurin hevur undanfa… Les meira »
Móðurmálshald 2016
Ung og føroyskt mál í filmi var evnið á móðurmálstiltaki í Nýggjustovu í Havn hóskvøldið 31. mars.
Móðurmálsdagurin 2016 skuldi verið á føðingardegi V. U. Hammershaimbs eins og undanfarin ár, men í ár var 25. mars langafríggjadag. Fyri ikki at fara ov langt frá vanliga móður… Les meira »
16.03.2016
Páskaorð
Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á ein­um kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnu­dag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vár­javn­døg­ur, um fullmáni er henda dag. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl. DymbildagavikanVikan fyri páskir eitur su…
Les meira »
01.03.2016
Orðið veðrur
Vaksin seyður av kallkyni (mótsett ær) eitur sum kunnugt veðrur á føroyskum. Umframt henda orðformin hava vit í føroyskum eisini tveir aðrar: veðri og veður. Elstur av hesum trimum er veður (av fornnorrønum veðr), sum nú man vera mest sum burturdeyður í livandi máli. Hin vanligasti orðformurin nú er veðrur, og tann veikt bendi og staðbundni orðformurin veðri er ein síðuformur til henda.
Viðvíkjand…
Les meira »