Útgivið tann: 08.12.1987
Nr. 8, desember 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
ársgamal
Tað er gott føroyskt mál at siga um ein, ið er eitt ár gamal, at hann er ársgamal. Tað er ikki føroyskt og málsliga av allari leið at siga "eitt ára gamal". "Smittan hevur gjørt seg inn á tann eitt ára gamla fiskin'', var tað onkur, ið segði. Sigið heldur "…tann ársgamla fiskin''.

einsporaður
Sagt var um ein skúla, at hann var "eittsporaður". Her skal ikki verða røtt um, hvat hetta merkir, men bert víst á, at orðið er skeivt myndað. Nú hevur tann, ið orðið gjørdi, helst hildið sum so: skúlin hevur bert eitt spor, spor er hvørkikynsorð, og tískil er hann "eittsporaður".
Tá ið orð verður soleiðis samansett, hevur fyrri liður stovnsnið sítt og verður ikki "bendur" eftir kyninum á seinna liði.Maður, ið hevur eitt eyga, er ikki "eittoygdur", men einoygdur. Á sama hátt er skúli við einum spori ikki ''eittsporaður'', men einsporaður. Danska orðið er ensporet.Kanska áttu vit at funnið annað orð?

hvítkál - ikki "hvíttkál"
Hetta orð sæst ofta skrivað "hvíttkál" á handilsskeltum og í blaðlýsingum. Her er tað sama at siga sum um lýsingarorðið einsporaður. Fyrri liður í samansettum orði sum hesum er ikki bendur, men varðveitir stovnin óbroyttan. Stovnurin er hvít-, og tískil er orðið rætt stavsetthvítkál. Á sama hátt: hvítvínreyðkál (ikki ''reyttkál'', sum kanska eisini hevur verið at síggja). Eftir somu reglum eitur tað nýggjár (eldri nýár) og ikki "nýttár".

Skor og skorða eru hvørt sítt
Eitthvørt skuldi hava "tikið allar "skorarnar" undan grønlendska landsstýrinum" - soleiðis tók onkur til. Her eru tvey orð komin í bland: skor, flt. skorar, og skorða, flt. skorður. - Skor er (avmarkað) graslendi í bjørgum, eisini kann tað verða nýtt um høgt hamralendi. Skorða er eitt av teimum trøum, ið sett verða undir bát til at styðja hann, so at hann dettur ikki. Hetta orð verður eisini nýtt við myndmerking um eitthvørt, ið styðjar ella veitir stuðul. Meint mundi vera við, at skorðurnar vórðu tiknar undan landsstýrinum.

bátarnir, konurnar
Løgin yvirskrift. Hetta verður ikki um konubátar, men orðini eru vald sum dømi um vanligt fyribrigdi í upplestri: at vera bókstavinum trúgvari, enn hann eigur uppiborið. Summi hava lyndi til at gloyma, at skriftmál og talað mál eru hvørt sítt. Tað er alt gott og væl at bera málljóðini greitt og skilliga fram, men tað er at ansa eftir ikki at gera ov nógv av, tí tá ljóðar tað fjákut ella í frægasta lagi smávandið.
Her skal verða røtt nakað um bókstavasambandið -rn-, har ið -n- er partur av bundna kenniorðinum sum í orðunum omanfyri. Í hesum sambandi skal -r- ikki hoyrast í framburði, tó at tað mállærunnar vegna krevst, at tað verður skrivað. Tað eru mong hundrað ár síðan -r- í hesum høpi rann saman við -n-, so at tað hvarv. Tí eiga vit at minnast til at leggja -r- burtur og siga [bátanir], [konunar]. Tað skemmir annars góðan upplestur og song, tá ið tann, ið lesur ella syngur, ger sær ómak at siga hesi -r-, ið ikki eiga at ljóða.Hetta er ikki alt um, hvussu vit siga tað, ið er skrivað -rn(-), men vónandi verður høvi til at nema við tað onkuntíð seinni.

gegl
Ikki eru øll orð javnverd til stíl. Summi hava hægri stílvirði, onnur lægri, aftur onnur hvørki, - standa onkustaðni mitt ímillum. Gegl er orð, sum man standa niðarlaga á stílstiganum hjá flestum. Tað er eitthvørt óvirðiligt, ikki at siga vanvirðiligt, við tí. "Hann fór í geglið", "hann situr í geglinum", verður helst sagt við einum veti av meinfýsni. Líkt er til, at orðið á einhvønn hátt hevur rót í hinum enska jail, ið merkir fongsul. Kundi verið, at føroyingar, ið hava hoyrt enska orðið, hava sett tað í samband við einsljóðandi føroyska orðið geyl 'róp, skríggj', sum í Suðuroy hevur hin sermerkta formin gegl. Vit vita ikki, men tað kundi verið íkomið soleiðis í skemti ella við herming. Onnur leið er ikki at vísa á upprunan at føroyska orðinum, tí at orð, sum líkjast tí, eru ikki til í øðrum norðurlandamálum. 
Ætlanin við hesum orðum er at vísa á, at orðið gegl er ikki altíð hóskandi í álvaraskriving um varðhald, fangahús ella fongsul, eitt nú um hina vanlukkuligu hending, tá ið maður brendi seg í hel í varðhaldinum í Havn. Summi bløð høvdu orðið í stórum yvirskriftum yvir greinum um tilburðin.

hagl
Nú í harutíðini man ofta verða tosað um høgl. Soleiðis eitur orðið víða um bæði í eintali og fleirtali, men fyrr ivaðist eingin í, at høgl var fleirtalssniðið, og at í eintali æt tað hagl. Jákup fekk sum kunnugt "eittans haglið í dintilin". Enn eru fólk á lívi, ið duga at gera mun á hesum orðformum, og hví ikki royna at halda hesum muni uppi í vandaðum máli? Tað átti av røttum at verið eins løgið at sagt "høgl" í eintali og at siga eitt "tøl" í staðin fyri tal, eitt "før" í staðin fyri far. Høvuðsreglan er, at í samansettum orðum er fyrri liður í stovnsformi, t.e. við ongum umljóði. Tí átti tað ikki at itið "høglbyrsa", men haglbyrsa, sum eisini meir enn so er at hoyra enn.

Rannvá, Gunnvá
Neyðin er ofta tann, at nøvn verða ikki bend, tá ið tey eiga. Men ein neyðin er eisini, at nøvn verða bend, tá ið tey ikki eiga. Í einum kvøðuljómum herfyri - og hevði tað verið einasta ferðin! - var heilsan til eina "Rannvu" í Suðuroy. Konufólkanøvn, ið enda við -, eruóbroytt í hvønn- og hvørjumfalli; hvørsfallið, ið sjáldan kemur fyri, er -váar.

vestan fyri Føroyar
Óvissan um fall eftir fyrisetingarorð tykist vinda alt meira upp á seg. Fyri stuttum ljóðaði um lágtrýst "beint vestan fyri Føroyum" og hátrýst "norðan fyri Íslandi". Tað rætta er sum kunnugt vestan fyri Føroyar og norðan fyri Ísland.

gott - væl
"Gott" sum hjáorð - eftir danskari fyrimynd - hevur leingi hótt við at troka tað upprunaliga føroyska væl av, og onkustaðni man tað hava eydnast at kalla til fulnar: "Hann livir gott" í staðin fyri "Hann livir væl", sum er hitt beina. Nógv er tað vert, at rætt verður farið við hesum sum øðrum í tekstum, ið eru serstakliga ætlaðir børnum. Tí er tað hugstoytt at hoyra sungið fyri børnum "…góða nátt/sov gott!" (Uppafturtikið eftir minni). Tað, ið sungið verður, man festast betur í huganum enn alt annað.

heinta - henta
Hesi bæði orðini koma ofta í bland, t.e. heinta verður skeivt nýtt í staðin fyri henta. "At "heinta" ber" er ikki sjáldsamt at hoyra. Tað rætta er: athenta ber. Heinta (eldri heimta) merkir 'at fara eftir', men henta (eldri henda) 'at taka upp við hondini'. Mistakið man vera komið av tí, at onkur heldur tað ljóða "føroyskari" at siga heinta, tí hente er danskt orð!

smiður - smiðja - smíða
Tann, ið ikki er "sjónnæmur", kann við hvørt ivast í, hvar eitt j, ið ikki hoyrist, eigur at standa. Soleiðis sást herfyri skrivað "bátasmiðjur", har sum átti at staðið bátasmiður, t.e. 'maður, ið smíðar bátar'. Onkur kundi kanska sett "j" í sagnorðið at smíða og gloymt j'ið í kvennkynsorðinum smiðja, t.e. 'hús, sum smíðað verður í'. Í fleirtali eitur tað smiðjur.
Tann, ið hevur hug at ivast, átti at hugt oftari í orðabókina!

skjóta í tátíð eintali
Stundum sæst skjóta í tátíð eintali skrivað "skjeyt". Hetta er skeivt. Rætta stavsetingin er skeyt. Í 2. og 3. pers. nútíð krevur framburðurin, at skrivað verður skjýtur, men ikki er neyðugt at hava hetta j við í tátíð, tí at -e(y) , ið aftaná kemur, er nóg mikið til at geva sk hin eyðkenda [sj]-framburðin.

leika er hvørkikynsorð
Í síðstuni hava mong dømini verið at síggja og hoyra um leika sum kvennkynsorð, t.d. "ein leika", "leikan"! Hetta er skeivt. Leika hevur altíð verið hvørkikynsorð, bent sum eygaleikað í bundnum sniði í hvør- og hvønnfalli eintali. Í hvør- og hvønnfalli fleirtali: leiku(r), bundiðleikuni.

Málleti
Málletin ger vart við seg á so mangan hátt. Ein er at tveita frá sær fyrsta danska orðið ella orðafellið, sum kemur framfyri, í onkrum slag av "føroyskum" hami.
Nøkur nýsæð og -hoyrd dømi:
- hevur tú "inntrykk" av, at…?
- "fyristilla" sær
- ''noyast'' við (da. "nøjes med")
- sum "regul"
- eg eri ikki "greiður yvir", at… (da.: jeg er ikke klar over, at…) - heldur: mær er ikki greitt ella eg eri ikki vísur í, at…
- sjálv takk! - Ein drongur takkaði einum vaksnum fyri ein beina. Maðurin svaraði "Sjálv takk!" Hevði hann sagt tað við eina av kvennkyni, var tað beint. Einum mannfólki átti hann eyðvitað at svarað: "Sjálvur takk".

"frá…av "
Summi hava fyri at skoyta eitt "av" uppí eftir fyrisetingarlið við frá, sum í hesum dømum, ið nýliga eru komin fyri: ''teir bumbaðu frá sjónum av", "vinningurin frá í gjár av", "frá ungum árum av". Hetta "av" er óføroyskt.

NÝTT ORÐ:
skiftitrolari
Einaferð vit komu á tal við Sverra Dahl sála, datt tosið niður á hetta nýggja skipaslagið, ið kallast "kombineraður" trolari. Tað er trolari, ið lættliga kann skifta millum veiðihættir. Spurningurin var, hvat vit kundu nevna tílíkan trolara á føroyskum. Skiftitrolari! var svarið, áðrenn hálvtalað var orð.
Við hesum loyvir Orðafar sær at kunna fólk við hetta frálíka uppskot, ið vónandi fær undirtøku.