Orðafar nr. 1-58
Orðafar er upprunaliga eitt hefti við málsligum vegleiðingum, sum Føroyska málnevndin gav út
í tíðarskeiðinum 1. nov. 1986 – des. 2002.
Nr. 13, september 1988, 2. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 13.09.1988
TIL LESARARNAR
Orðafar kemur nú aftur eftir summarhvíld í tríggjar mánaðir. Tó at málbrævið av fyrstu tíð varð ætlað tíðindafólki okkara, hevur tað fingið góða móttøku víða um. Fleiri hava sett seg fyri tað, og nú eru tey um 400 í tali, sum fáa Orðaf…
Les meira »
Nr. 12, juni 1988, 2. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 12.06.1988
OVVANDIN UPPLESTUR
Í 8. Orðafari varð undir yvirskriftini "bátarnir, konurnar" borið við hetta at bera fram hvønn bókstav í skrivaða orðinum. Stavseting okkara er bygd á søguliga grund. Tað hevur við sær, at ikki hvør stavur í skrift eigur at ljóða í…
Les meira »
Nr. 11, apríl 1988, 2. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 11.04.1988
SAMKYNDUR
Í seinasta Orðafari vóru uppskot um føroysk orð í staðin fyri fremmandaorðini 'homoseksuel' og 'biseksuel'. Orðini vóru samkyndur og tvíkyndur. Fyrra orðið hevur fingið undirtøku hjá nøkrum fáum, men tíverri í skeivum sniði: "samkynjaður".…
Les meira »
Nr. 10, mars 1988, 2. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 10.03.1988
STØÐI
Seinastu árini hevur tann ósiður tikið seg upp at nýta orðið støði fyri hitt útlendska "niveau". Talað verður um "høgt" og "lágt støði", eitt nú tá ið fiskiveiðisáttmálar eru til viðgerðar, og eitt yndisorð hjá mongum er "tænastustøði", tá ið f…
Les meira »
Nr. 9, februar 1988, 2. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 09.02.1988
steyp og frost
Yrkjarar kunnu stundum taka sær loyvi til at broyta orð eftir besta tykki, so at tey hóska betur í ørindislagið. Hetta verður nevnt skaldaloyvi, licentia poetica á latíni. Harvið er ikki sagt, at hesar broytingar eiga at verða toldar í…
Les meira »
Nr. 8, desember 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 08.12.1987
ársgamal
Tað er gott føroyskt mál at siga um ein, ið er eitt ár gamal, at hann er ársgamal. Tað er ikki føroyskt og málsliga av allari leið at siga "eitt ára gamal". "Smittan hevur gjørt seg inn á tann eitt ára gamla fiskin'', var tað onkur, ið segði…
Les meira »
Nr. 7, november 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 07.11.1987
støða
Í suðuroyarmáli verður hetta navnorð borið fram sum [stø:a], t.e. við ongum v-ljóði í staðin fyri ð, men norðan fyri Suðuroyarfjørð áttu øll at sagt [stø:va]. Tó hava summi, ið annars ikki tala suðuroyarmál, fyri sið at bera hetta orð fram, sum…
Les meira »
Nr. 6, november 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 06.11.1987
fallskíggi - ikki "fallskíggj"
Hetta orðið, ið brátt hevur hálvthundrað ár á baki, kemur ofta skeivt fyri bæði í talu og skrift. Í útvarpstíðindum 1. okt. frættist um mannin, "sum átti "fallskýggið"", men hetta er skeivur orðformur og verður ikki bei…
Les meira »
Nr. 5, september 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 05.09.1987
búgva - gista
Torført tykist hjá flestum at halda hesum báðum orðum sundur. Hitt fyrra otar seg inn á hitt seinna og hóttir við at gloypa tí heilt. At búgva er at hava fastan bústað, at gista er at halda til onkustaðni stutta tíð, at vera gestur, sum…
Les meira »
Nr. 4, juni 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 04.06.1987
ORSAKA - ORSAKIÐ
"Orsaka" segði upplesari í útvarpi hvørja ferð, hann var mismæltur. Hetta hevði verið í besta lagi, las hann fyri einum, men nú lurtaði meginparturin av Føroya fólki eftir upplestri hansara. Tí átti hann at havt orðið í boðshátti fle…
Les meira »
Nr. 3, mai 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 03.05.1987
Tollstova
Ein almennur stovnur er komin aftrat - Tollstovan. Latið okkum beinan vegin royna at siga orðið sum tað eigur, tí verður tað borið skeivt fram frá fyrsta degi, verður ilt at koma afturum aftur seinni við tí rætta.Í hesum samansetta orði, ha…
Les meira »
Nr. 2, februar 1987, 1. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 02.02.1987
DONSK ORÐ Í FØROYSKUM HAMI
Í talumáli - og í skriftmáli hjá summum við - yður í donskum orðum og máliskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so lætt at vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvi…
Les meira »
Nr. 1, november 1986, 0. árg.
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útgivið tann: 01.11.1986
Góði lesari!

Á vári 1984 kom tann skipan í lag, at málnevnd Føroya Fróðskaparfelags og limir í blaðmannafelagnum komu saman eitt kvøld um mánaðin vetrarhálvárið at skifta orð um málsligar spurningar, ið leikaðu á hjá teimum. Tá ið almenna málnevndin…
Les meira »