Útgivið tann: 23.11.2023
Málsligur ráðgevi til Málráðið

Søkt verður eftir málsligum ráðgeva til Málráðið til setanar skjótast gjørligt.

 

Talan er um farloyvisstarv í eitt ár til 15. februar 2025.

 

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • at veita málsliga ráðgeving
  • at leggja tilfar á heimasíðu og sosialar miðlar
  • at gera ársfrágreiðing
  • at gera og at arbeiða við orðalistum
  • at samstarva við viðkomandi málstovnar, bæði í Føroyum og uttanlands
  • at vera skrivari á fundum í Málráðnum og samskipa aðrar uppgávur
  • at taka lut á fundum og ráðstevnum uttanlands
     

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli ella samsvarandi kunnleika og hegni til føroyskt málstarv
  • góðar mál- og rættskrivingarførleikar – serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • kunnleika til málrøkt, málfrøði, málsøgu og málvísindi
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • tev fyri tøkni

Dentur verður lagdur á, at viðkomandi møtir rættstundis, heldur freistir, hevur yvirlit og ger raðfestingar og dugir at umraðfesta eftir tørvi. Kunnleiki til Skjalhald kann vera ein fyrimunur.

 

Lesandi, sum eru um at gera útbúgvingina lidna, eru vælkomin at søkja.

 

Setanarviðurskifti
Starvið er 25 tímar um vikuna við møguleika fyri hægri setanarbroti og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum. Talan er um farloyvisstarv í eitt ár til 15. februar 2025.


Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Randi Kúrberg, forkvinnu í Málráðnum, á tel. 229279 ella randi@malrad.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 12. desembur 2023 og skal sendast við telduposti til Randi Kúrberg, forkvinnu, á randi@malrad.fo, viðmerkt ”umsókn til starv”.

 

Málráðið er stovnur undir Almanna- og Mentamálaráðnum. Tað varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu.