Útgivið tann: 14.04.2023
SKRIVARI TIL MÁLRÁÐIÐ - parttíðarstarv

Søkt verður eftir skrivara til Málráðið at seta skjótast gjørligt. Talan er um eitt nýtt starv.


Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
• Ábyrgd av dagliga skrivstovuhaldinum á Málstovuni, sum er skrivstovan hjá Málráðnum.
• Ábyrgd av journalskipanini á stovninum. Arbeitt verður við at fáa skipanina Skjalhald.
• Skrivara- og samskiparauppgávur.
• Málsviðgerð og avgreiðslu av málum í avmarkaðan mun.
• At røkja heimasíðu og sosialar miðlar, t.e. at skriva og leggja tilfar út

 

Vit leita eftir einum skrivara, sum hevur hesar førleikar:

• Skrivstovuútbúgving ella aðra sambærliga viðkomandi útbúgving. Umsøkjarar við bachelorútbúgving í t.d. umsiting ella umsøkjararar við nógvum viðkomandi arbeiðsroyndum á skrivstovu, men við aðrari útbúgving, hava eisini áhuga.
• Hollar royndir í skrivara- og skrivstovuarbeiði og umsiting.
• Kunnleika um fyrisitingarlógina og lóg um alment innlit.
• Kunnleika um kt-skipanir, so sum Skjalhald og Búskaparskipan Landsins.
• Góðan málførleika, serliga í føroyskum, mein eisini í skandinaviskum og enskum.
• Ávísan kunnleika og førleikar viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum.
• Telduførleika á brúkarastigi.
• Góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti
Starvið er hálvtíðarstarv (starvsbrot 0,5) og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin verður í tíðini millum kl. 8 og 14. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.

 

Málráðið
Málráðið er stovnur undir Almanna- og Mentamálaráðnum. Tað varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu.

 

Málstovan
Málstovan er skrivstova og avgreiðsla hjá Málráðnum. Her starvast í løtuni tveir málfrøðingar, annar arbeiðir serliga við nýggju føroysku stavsetingarorðabókini, sum kemur út í ár, og hin við málsligu ráðgevingini. Higartil hava hesi bæði starvsfólkini eisini røkt tær umsitingarligu uppgávurnar, sum nú verða fluttar til nýggja starvsfólkið. Sostatt fær skrivarin í stóran mun høvi at skipa og mynda starvið.


Umsóknir og samband
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu Kannuberg, forkvinnu í Málráðnum, á tel. 299436 ella helena@malrad.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. mai 2023 kl. 14 og skal sendast við telduposti til Helenu Kannuberg, forkvinnu, á helena@malrad.fo.