Útgivið tann: 29.12.2022
Jóhan Hendrik Winther Poulsen farin

19. des. 2022 bórust boðini, at Jóhan Hendrik Winther Poulsen var farin, 88 ára gamal.

 

Jóhan Hendrik var formaður í Føroysku málnevndini, frá stovnan í 1985 og til hann legði frá sær í 1997. Føroyska málnevndin varð í 2012 broytt til Málráðið. Arbeiðið við føroyska málinum var honum kært, og starvsleið hansara var serliga orðasmíð, innsavnan og orðabókararbeiði.

 

Vit lýsa frið yvir minnið um Jóhan Hendrik Winther Poulsen.