Útgivið tann: 08.09.2022
Hvat er hent í Málráðnum eftir 365 dagar?

Nýggja Málráðið, sum tók við eftir summarsteðgin í fjør, var av sonnum nýtt, tí bara ein limur, Elin Henriksen, úr undanfarna Ráði helt fram. Tíbetur kom hon í starvsnevndina og kundi vera eitt slag av alfrøði fyri tey nýggju og siga, hvussu undanfarna Málráð hevði arbeitt. Tað góða var eisini, at starvsfólkini á Málstovuni vóru tey somu, og nú eitt ár er liðið, hevur starvsnevndin funnið stevið, fingið yvirlit og lagt fyribilsætlanir fyri framtíðina.

 

Hægri játtan - betri møguleikar at ganga framtíðini á møti

Í 2021 hækkaði játtanin til Málráðið, soleiðis at Málstovan kundi fara frá hálvum øðrum starvi til at hava tvey fólk í fullum starvi. Tað ger mun, tí málsligi ráðgevin/samskiparin hevur sera nógvar og ikki minst ymiskar uppgávur. Av tí sama verður arbeiðstíðin ódrúgv. Starvsfólkini á stovninum hava roynt sum frægast at húsast innan somu karmar, bæði hvat arbeiðsumstøður og fíggjarjáttan hava loyvt, men alt broytist, so umframt at nøra um arbeiðsorkuna, hevur Málráðið gjørt av at dagføra skrivstovuhaldið, fyri at umsiting og avgreiðsla verða tíðarhóskandi og svara til krøv, sum lóg um alment innlit og lóg um góðan fyrisitingarsið fyriskriva. Henda uppstigan verður fíggjað við øktu játtanini og gjørd í heyst sum verkætlan í tríggjar mánaðir. Eftir tað vænta vit at hava fingið neyvari yvirlit og betri greiði á, hvussu vit skipa skrivstovu og tænastu okkara í framtíðini. Stavsetingarorðabókin, sum er farin við mestu arbeiðs- og fíggjarorkuni, skal hava ein lokadag, og eftir tað er nógv málsligt viðlíkahald at tríva í – ikki minst á talgilda mótinum. Ta raðfestingina verða vit vónandi betur før fyri at gera, tá ið setningurin við verkætlanini er greiddur.

 

Hanna Simonsen í verkætlanarstarv heystið 2022

Hanna Simonsen er útbúgvin cand.phil í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum. Hon er eisini korrespondentur í enskum og týskum, og umframt tað hevur hon bæði drúgvar og hollar royndir innan almenna og kommunala fyrisiting. Hon hevur m.a. arbeitt á Setursskrivstovuni, gomlu Landsskúlafyrisitingini, verið stjórnarskrivari á Føroya Tele og seinastu mongu árini verið fulltrúi á Mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Eisini hevur hon sitið í Málráðnum og starvsnevndini vegna Kommunusamskipan Føroya. Nú hon var farin av arbeiðsmarknaðinum, dyrgdu vit eftir at fáa stovninum gagn og ágóða av hennara vitan og førleikum eitt stutt skifti, soleiðis at vit hava eitt breiðari innlit og betri metingargrundarlag, tá ið vit leggja ætlanir og seta mál fyri stovnin.

 

Vit brynja okkum til framtíðina og síggja fram til eitt spennandi og gevandi heyst.