Útgivið tann: 02.08.2022
Ársfrágreiðing 2021

Við hesum er fyrsta árið hjá sitandi Málráði farið aftur um bak. Hetta hevur verið eitt spennandi og læruríkt ár. Stór útskifting hevur verið í Málráðnum, og tað hevur ført við sær, at tað frá byrjan var nógv hjá ráðslimunum at kunna seg um. Við hollum ráðum og vegleiðing frá starvsfólkunum á Málstovuni fekst greiða tó skjótt á tí mesta.

 

Fyrsta hálva árið hjá sitandi Málráði var merkt av málsligum viðgerðum sum liður í arbeiðinum við Stavsetingarorðabókini. Harumframt vóru 100.000 kr í játtanini oyramerktar til teknmál, ið Málráðið eisini varðar av. Nógv orka var løgd í at finna fram til, hvussu tørvurin hjá føroyskum teknmálsbrúkarum og aðalendamálið hjá Málráðnum skarðast. Hóast Málráðið kom fram til eina loysn, fall peningurin tíverri burtur vegna vantandi heimildir. Tað eru vit í Málráðnum sera hørm um. Í fíggjarárinum 2022 er sama upphædd aftur oyramerkt til teknmál, og sitandi Málráð fer at gera sítt til, at peningurin verður nýttur til at styrkja føroyskt teknmál.

 

Í fíggjarlógini fyri 2022 er annars tað gleðiliga hent, at játtanin loyvir, at formaðurin frá 1. januar 2022 at rokna fær fasta mánaðarliga samsýning, og at starvsbrókurin á Málstovuni fer frá 1,5 til 2,0. Hetta gleðast vit í Málráðnum almikið um, tí arbeiðsbyrða okkara er stór. Áhaldandi talgilding og alheimsgerð hevur ført við sær, at tørvur veruliga er á einum sterkum og virkisfúsum Málráði Sum Málráð arbeiða vit undir slagorðinum ”Øll eiga málið”. Hetta merkir millum annað, at vit arbeiða fyri, at føroyskt skal vera har, ið føroyskir málbrúkarar eru. Hetta er ein stór uppáva, sum Málráðið ikki lyftir einsamalt. Tó er Málráðið til reiðar at stuðla og stimbra øllum átøkum, sum gagna føroyska málinum. Tínæst eru vit eisini til reiðar at samstarva við onnur um at bera føroyska málið inn í framtíðina og soleiðis varðveita føroyskt sum samfelagsberandi mál í Føroyum. Ábyrgdin hvílir á okkum øllum at geva uppvaksandi ættarliðinum tann møguleika at leggja heimin undir seg á føroyskum máli. Hetta krevur áræði og nærlagni, men eisini áhaldandi vælvild og játtan frá politiska myndugleikanum.

 

Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina fyri 2021 á hesum leinkinum: http://malrad.fo/page.php?Id=192&l=fo

 

Vegna Málráðið

Helena Kannuberg, formaður