Útgivið tann: 14.01.2022
Anfinnur Johansen, fyrrv. limur í Málráðnum, farin

 

Mánadagin bórust sorgarboðini, at Anfinnur Johansen er deyður, 68 ára gamal.

Anfinnur var limur í Málráðnum báðar tær fyrstu seturnar í tíðarskeiðinum 2013 –2021.

Anfinnur var Málráðnum ein hollur stuðul og altíð góður í ráðum. Á heimasíðu okkara eigur hann fleiri tekstir, ið kunna um málslig fyribrigdi.

Friður veri við minninum um Anfinn Johansen.