Útgivið tann: 05.01.2022
Sammóðir er ársins orð 2021

Sammóðir gjørdist ársins orð 2021. Hetta varð avdúkað í morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar hin 17. des.

Øll trý í dómsnevndini, sum vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, forkvinna í felagnum Føroyamál, valdu orðið sammóðir, sum sostatt er Ársins orð 2021.

Dómsnevndin var samd um ársins orð, sum eisini var einasta uppskotið, sum ikki hevði samband við koronufarsóttina.