Útgivið tann: 07.12.2020
Sóttarhald er ársins orð

Í beinleiðis útvarpssending fríggjamorgunin 4. desembur varð sóttarhald kosið ársins orð 2020.

 

Gestirnir í útvarpsstovuni komu ásamt um orðið, eftir at trý onnur vóru umrødd: korona, frástøða og fjarundirvísing.

 

Orðið sóttarhald stóð longu til reiðar í orðabókunum, tá koronufarsóttin kyknaði upp um ársskiftið, og nú má sigast, at talan er um eitt altjóða hugtak í føroyskum búna, sum eftir øllum at døma hevur fingið fótafesti í málinum.