Útgivið tann: 24.09.2020
Broyting í faðirsnøvnum

Góðu føroyingar! 10. septembur í ár gjørdi Málráðið av, at til ber at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hetta burturfallið ikki fer fram. Sonur ella dóttir mann, ið t.d. eitur Oddur ella Páll, ið vil hava eftirnavn eftir pápanum, sleppur nú at velja, um hann ella hon eitur Odsson ella Oddsson og Pálsdóttir ella Pállsdóttir.