Útgivið tann: 29.06.2020
Fráfaringarløta fyri Mariusi Staksberg

Heilsan til Marius Staksberg, nú hann fór úr starvinum sum skrivari í Málráðnum. 

 

(...)  

Alt, ið fer at útdýpa mannasál, 

skal berast fram; 
men tað, ið ber, 
er okkara føðimál.- 
Lat nýtt og gamalt berjast, 
lat gamlar gøtur herjast, 
lat allar viljar møtast. 

(...) 

 

Brot úr yrkingini "Nýtt og gamalt" (1916) eftir Gudmund Bruun (1891-1956).

 

Málið skal bera tað fram, sum skal menna okkum sum fólk og tjóð. Øll eiga málið, og vit skulu lata allar viljar møtast.

Hesi orð lýsa væl hetta málstarvið, sum Marius hevur røkt í meira enn 20 ár. Tað er ikki hvørsmansføri at røkja eitt tílíkt starv, har allir viljar skulu møtast, men tað blíðkar fyri hugagóðum monnum, og Marius hevur røkt starvið fram úr væl, og grundina hevur hann lagað góða, so onnur kunnu taka við.

Marius tók við starvinum sum skrivari í Málnevndini í 90-árunum, fyrst sum avloysari og síðani í føstum starvi. Og tá Málnevndin varð niðurløgd og Málráðið sett á stovn 1. januar 2013, helt hann fram sum skrivari í Málráðnum.

Hesi árini hevur Marius svarað spurningum í túsundatali, enntá í tíggjutúsundatali. Hann hevur smíðað eina rúgvu av føroyskum orðum og eisini skrivað eina rúgvu av áhugaverdum greinum um mál og málrøkt – fleiri av teimum liggja á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Alt hetta hevur Marius ótroyttiliga gjørt, tí hann brennir fyri føroyska málinum. Hann brennir fyri at røkja, menna og verja føroyska málið, sum tað stendur í endamálsorðingini fyri Málráðið.

 

Tí tað er júst, sum Gudmund Bruun sigur: Tað er málið, sum skal bera tað fram, sum fer at útdýpa mannasál.

 

Myndin er frá fráfaringarløtuni, sum var hildin á Føroyamálsdeildini mikudagin 24. juni.