Útgivið tann: 16.04.2020
Heilsan til Jonhard Mikkelsen

Jonhard Mikkelsen fekk íslendska mentanarvirðisløn, nú ið íslendingar hátíðarhildu 90 ára dag Vigdísar Finnbogadóttur, fyrrverandi forseta Íslands.

Tað er ein nýggj altjóða mentanarvirðisløn, sum íslendska stjórnin, Háskóli Íslands og stovnur Vigdísar Finnbogadóttur fyri fremmandamál hava sett á stovn í sambandi við runda føðingardagin. Jonhard er sostatt fyrsta menniskja, sum fær heiðurin. Vit í Málráðnum fegnast um tann heiður, sum er veittur Jonhardi.

Jonhard hevur í skjótt 40 ár arbeitt við og fyri føroyskum máli, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann broytti og endurnýggjaði lærugreinina føroyskt, ta tíð hann var lærari í Hoydølum, og meðan hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum. 1990-árini vóru vekingartíð og broytingartíð, vit fingu nýggja lærugreinakunngerð, starvið sum lærugreinaráðgevi varð stovnað, skeið fyri føroysklærarar  o.a. – rúm 100 ár eftir tjóðskaparrørsluna, og Jonhard var í broddi fylkingar. Jonhard er eldhugaður, bráður og bersøgin.

Hann er íverkseti, og hann fær nógv av skafti. Forlagið Sprotin hevur eisini endurnýggjað føroyska bókaheimin við tí ótrúliga fjølbroytni, sum bøkur forlagsins umboða. Tú finnur nýggjar føroyskar, gamlar føroyskar, klassikarar úr Suðuramerika og Onglandi, fakbøkur og skaldskap. Nú á døgum kanst tú velja, um tú vilt lesa bøkur á føroyskum ella upprunamálinum, fyrr var valið hvørja ferð danskt. Nú eru fleiri og fleiri, sum lesa á føroyskum. Við eini vælvirkandi heimasíðu, netorðabókum og nethandli er Sprotin í fremstu røð til at víðka heimin, læra og undirhalda føroyingar alla staðni. Og bókarkvøldini ”Orð og tónar” hava verið so sera væl umtókt, fult hús hvørja ferð. Eisini her nýskapan á mentanarøki.

Ein sannur arvtakari eftir V.U.Hammershaimb, háskúlamenninar og A.C.Evensen.

Jonhard var limur í Málráðnum 2013-17. Vit í Málráðnum ynskja Jonhardi hjartaliga til lukku og góða eydnu framyvir!