Útgivið tann: 16.03.2020
Korona

Orðið korona gjørdist kent her á landi í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, tá ið tey, ið vóru so heppin at vera stødd har, sum tað var klárt, sóu ein lýsandi ring rundan um sólina, sum sjálv var fjald aftan fyri mánan. Tað var koronuna, vit sóu. Tilfar, sum sólin sleingir út úr sær, eins og eitt slag av lofthavi.

Upprunin til orðið er úr latíni: corona, har tað merkir kransur ella ringur, og úr grikskum, korone: ringur ella bogin lutur. Sama uppruna hava orðini krúna og króna. Á føroyskum verður korona eins og á flestu grannamálum okkara skrivað við k og ikki við c.

Koronavirus hevur somuleiðis verið kent leingi, serliga av djóralæknum. Tað hevur fingið heiti eftir útsjóndini: ein kúla við útvøkstrum, sum minna um koronuna hjá sólini.

Orðið korona er veikt bent kvennkyn. Í arvorðum, har fyrri liður er veikt bend kvennkyn, er klípið vanliga -u: gentukór, kirkjuár. Hinvegin verður klípið ofta -a í tøkuorðum: sofaborð, sjokulátapláta.

Eftir nútíðar orðasmíði kunnu vit tískil nýta a-klípið og siga koronavirus.