Útgivið tann: 18.02.2020
Málsligur ráðgevi og samskipari til Málráðið

Søkt verður eftir málsligum ráðgeva og samskipara til Málráðið til setanar skjótast gjørligt.


Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
• at veita málsliga ráðgeving
• at gera upplýsandi tilfar um føroyskt mál
• at leggja tilfar á heimasíðu og sosialar miðlar
• at gera ársfrágreiðingar
• at skipa fyri tiltøkum og varpa ljós á endamálið hjá Málráðnum
• at samstarva við viðkomandi stovnar, bæði í Føroyum og uttanlands, um málsligar spurningar
• at vera skrivari á fundum í Málráðnum og at átaka sær aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi.

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
• útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli ella samsvarandi kunnleika og hegni til føroyskt málstarv
• góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
• góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• góðan telduførleika.

 

Setanarviðurskifti
Starvið er hálvtíðarstarv við møguleika fyri hægri setanarbroti og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.

 

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólvá Jónsdóttur, forkvinnu í Málráðnum, á tel. 555158 ella solva@malrad.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. mars 2020 og skal sendast við telduposti til Sólvá Jónsdóttur, forkvinnu, á solva@malrad.fo.

 

Málráðið er stovnur undir Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Tað varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu.