Útgivið tann: 16.12.2019
Ársins orð 2019: Heimafriður

Við tveimum atkvøðum móti einari varð Heimafriður valt sum ársins orð 2019.
Fjórða árið á rað velur Morgunsendingin ársins orð. Í 2016 var ársins orð hjúnabandslóg, 2017 var tað fiskivinnunýskipan og 2019 ræstkjøtaburgari.
At hjálpa morgunsendingini at velja ársins orð hava vit fingið Sólvá Jónsdóttur, forkvinnu í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, sum er formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk, og Annu Sofíu Lava frá felagnum Samfelag, sum er felagið fyri føroyskar samfelagsfrøðingar.


https://kvf.fo/gmf?sid=102299