Útgivið tann: 12.12.2019
Netnavn

Málráðið hevur fingið fyrispurning um, hvat føroyskt orð vit skulu brúka fyri enska nickname. Í føroyskum hava vit orðið eyknevni, sum upprunaliga hevur somu merking sum enska nickname. Orðið eyknevni samsvarar tó ikki so væl vanligastu nútíðarmerkingini av nickname, sum er eitt navn ella nevni, sum vit brúka á netinum í ymsum høpum. Málráðið hevur tí mælt til at brúka føroyska orðið netnavn fyri enska nickname.

Upprunin til nickname er an ickname, á eldri enskum an ekename, og ekename er sama orð sum eyknevni ella eykanavn. Við misskiljing er n í an drigið yvir og sett framman fyri ickname, so at an ickname er blivið uppfatað sum a nickname. Fyribrigdið verður í málfrøðini kallað reanalysa ella endurgreining. Tað vil siga, at orðið verður greinað á ein nýggjan (og misskiltan) hátt, tí málbrúkarin hevur misskilt, hvar markið millum orðini er. Eitt annað dømi er enska orðið adder (slanga), sum á eldri máli var naddre, sama orð sum norrønt naðra.