Útgivið tann: 11.10.2019
Hvussu skriva vit tøl?

Tøl undir hundrað verða skrivað í einum orði
20
tjúgu
25
tjúgufimm ella fimmogtjúgu
38
tríatiátta ella áttaogtretivu
40
fjøruti
50
fimmti, hálvtrýss ella hálvtrýssinstjúgu
60
seksti, trýss ella trýssinstjúgu
70
sjeyti, hálvfjerðs ella hálvfjerðsinstjúgu
80
áttati, fýrs ella fýrsinstjúgu
90
níti, hálvfems ella hálvfemsinstjúgu

 

Tøl yvir hundrað verða ikki skrivað í einum orði
245
tvey hundrað og fjørutifimm ella tvey hundrað og fimmogfjøruti

 

Tal á túsundarum verður markað antin við millumrúmi ella punktumi
3 406 ella 3.406
trý túsund fýra hundrað og seks

 

487 962 ella 487.962
fýra hundrað og áttatisjey túsund níggju hundrað og sekstitvey ella fýra hundrað og sjeyogfýrs túsund níggju hundrað og tveyogtrýss

 

808.741.227 ella 808 741 227
átta hundrað og átta milliónir sjey hundrað og fjørutieitt túsund tvey hundrað og tjúgusjey ella átta hundrað og átta milliónir sjey hundrað og einogfjøruti túsund tvey hundrað og sjeyogtjúgu

 

Millum heilt tal og desimaltal verður sett komma
2,45
tvey komma fýra fimm


Støðubundna talskipanin
á túsundapartsplássinum, ein túsundapartur, túsundapartar
á hundraðpartsplássinum, ein hundraðpartur, hundraðpartar
á tíggjundapartsplássinum, ein tíggjundapartur, tíggjundapartar
á eittaraplássinum, ein eittari, eittarar
á tíggjaraplássinum, ein tíggjari, tíggjarar
á hundraðraplássinum, ein hundraðri, hundraðrar
á túsundaraplássinum, ein túsundari, túsundarar

 

Terningakast
eittari, tveyari, tríari, fýrari, fimmari, seksari


Spælikort
eini eittu(r), tveyu(r), tríu(r), fýru(r), fimmu(r), seksu(r), sjeyu(r), áttu(r), níggju(r), tíggju(r)


Brot
eitt hálvt
ein triðingur
ein fjórðingur
ein fimtingur ella ein fimtapartur
ein sættingur ella ein sættapartur
ein sjeyndingur ella ein sjeyndapartur
ein áttingur ella ein áttandapartur
ein níggjundapartur
ein tíggjundapartur
ein hundraðpartur
ein túsundapartur
ein tíggjutúsundapartur