Útgivið tann: 04.03.2019
Hammershaimb 200 ár

Á móðurmálsdegnum 25. mars 2019 eru 200 ár liðin, síðan V.U. Hammershaimb varð borin í heim. Í hesum sambandi skipa Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya fyri tveimum tiltøkum. Fyrra tiltakið hevur heitið “Hammershaimb 200 ár – ein dagur við fyrilestrum” og verður í Kongshøll í Havn frá klokkan 9 til 15. Seinna tiltakið “Hammershaimb 200 ár – ein kvøldseta” byrjar kl. 19 í Reinsarínum í Havn. Tiltøkini eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skráin: Hammershaimb 200 ár – ein dagur við fyrilestrum
Skráin: Hammershaimb 200 ár - kvøldseta