Útgivið tann: 17.12.2018
Ræstkjøtaburgari er ársins orð í 2018

Morgunsendingin Góðan morgun Føroyar hjá Kringvarpinum skipaði aftur í ár fyri táttinum Ársins orð. Uppskotini frá lurtarum vóru 120 í tali, og limir í Málráðnum valdu so tíggju orð burturúr. Tey tíggju orðini vóru:

Bústaðarneyð, falstíðindi, fortnite, gávubarn, Glasir, innkomuvegur, Irdið, maki 1 – maki 2, plastik og ræstkjøtaburgari.

Sólvá Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, Sølvi Jespersen, formaður í Felagnum føroysk marknaðarfólk, og Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, valdu ársins orð í 2018 millum hesi tíggju.

Sólvá og Sølvi vóru samd og valdu orðið ‘ræstkjøtaburgari’, meðan Jón Brian valdi orðið ‘Glasir’. Við meiriluta varð ‘ræstkjøtaburgari’ sostatt ársins orð í 2018.

Grundgevingarnar vóru m.a. at orðið ‘ræstkjøtaburgari’ samantvinnar ymsar mentanir og ymsar tíðir. Flestu føroyingar kenna ræstkjøtaburgaran, og rættiliga nógv hava eisini roynt hann. Viðvíkjandi marknaðarføring er søgan um ræstkjøtaburgaran eisini heilt serlig, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan av tilvild kom at spæla ein heilt stóran leiklut.

 

http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/12/17/rstkjtaburgari-er-rsins-or-2018