Útgivið tann: 29.06.2018
Innbjóðing til norðurlendska málfundin 2018

Málráðið og netverkið fyri málnevndirnar í Norðurlondum bjóða til norðurlendskan málfund 2018. Fundurin verður hildin hósdagin 30. og fríggjadagin 31. august á Hotel Føroyum. Kostnaðurin fyri luttøku verður DKK 3.000,- fyri hvønn, íroknað miðmáli og døgurði hósdagin, umframt miðmáli og veitsludøgurði fríggjadagin. Ferðaútreiðslur og innivist eru ikki íroknað.

 

Evnið er málið í sosialu miðlunum, har málfrøðingar og serfrøðingar úr fleiri Norðurlondum halda fyrilestur, sí viðfesta skrá. Málfundurin vendir sær til málgranskarar, lærarar og onnur.

 

Tekning verður hjá Málráðnum: malrad@malrad.fo. Avmarkað pláss.

 

Tekningarfreist: fríggjadagur 20. juli klokkan 12:00.

 

Blíða heilsanir

Marius Staksberg

skrivari í Málráðnum