Útgivið tann: 27.03.2018
Máltøkni

 

 

Máltøkni er samanrenning millum málfrøði og teldufrøði. Í stuttum snýr tað seg um at fáa teldur til at kenna aftur, viðgera og eftirlíkna menniskjamál á skrift og í talu.

 

Fremsta uppgávan hjá máltøkni er at lætta um samskiftið hjá menniskjum, og vit brúka hana hvønn dag uttan at hugsa um tað. Vit googla og sprota, vit tosa við alskyns tól, vit fáa telduna at lesa upp fyri okkum, og hon kannar eisini, um tekstir okkara eru rætt stavaðir. Máltøkni er vorðin týðandi partur av infrastrukturi okkara og er við til at binda okkum saman sum samfelag.

 

Tí er máltøkni so týdningarmikil. Ikki bara fyri land okkara sum heild, men eisini fyri møguleikarnar hjá hvørjum einstøkum at virka í felagsskapinum og at byggja egna framtíð.

 

Tí hevur tú ilt við at lesa, ert tú eitt sindur uttanfyri. Hevur tú trupulleikar við at skriva, ert tú eitt sindur uttanfyri. Ert tú sjónveikur, ert tú eitt sindur uttanfyri. Ert tú hoyriveikur, ert tú eitt sindur uttanfyri. Ert tú útlendingur og skilur ikki málið, ert tú eitt sindur uttanfyri. Tú fært ikki úttrykt teg nóg væl, og Føroyar fáa ikki fullgott gagn av evnum tínum.

 

Tað hevur altíð verið so. Men so hvørt sum samfelagið verður talgilt og skrivifiserað, verður torførari hjá hesum medmenniskjum at vera við. Skriviveiki pedagogurin, sum áður blomstrandi kundi fortelja foreldrunum um alt tað stuttliga, sum barnagarðurin ætlaði at gera saman við børnunum, skal nú avdúka veikleika sín, tí nú skal alt skrivast upp á talvur. Lesiveiki bilmekanikarin, sum áður kláraði seg við skiftilykli og skrúvublaði og valla møtti einum bókstavi á verkstaðnum, skal nú orðna meira tekniskt samansettar bilar og lesa týskar manualir bara fyri at orðna eina hondbremsu. Og hjá teimum, sum onga útbúgving hava, er gamla og virda alternativið at fara til skips ella á flakavirki útskift við ivandi eygu og eitt trýst um at blíva til okkurt.

 

Máltøknin kann lata upp dyr fyri hesum fólkum. Hon kann lesa, skriva og umseta fyri tey. Geva teimum røddina aftur.

 

Tað er tann reini gandur.

 

Føroyskt er ikki eiðasørt við máltøkni. Vit hava eitt vælútbygt internetsamband og kunnu útvega okkum informatión um øll hugsandi evnir á Google og øðrum leitiskipanum. Sprotin hevur eisini brúkt møguleikan og hevur ment orðabókatænastu sína, sum landið hevur verið við til at fíggja, so at vit øll kunnu brúka tænastuna. Hvør hevði viljað verið hana fyriuttan í dag.

 

Vit hava eina føroyska teldutalu, sum upprunaliga varð skapt til sjónveikar føroyingar, men sum eisini gjørdist ein kollvelting fyri lesiveik og skriviveik.

 

Tann ungdómur, sum fyrr føldi seg til fortreð og altíð skuldi hava onkran at lesa fyri sær, kann nú við teldutaluni sjálvstøðugt taka sær eitt miðnámsskúlaprógv. Tann húgvan er ikki bara ein billett til eitt universitet. Hon styrkir eisini sjálvsálitið hjá næminginum og er góð íløga hjá samfelagnum, tí nú fæst atgongd til potentialið í næminginum, ið sum liðugt útbúgvin kann geva sítt íkast aftur til felagsskapin. Tað finnast lesiveikir føroyskir skiparar, sum rokast á havinum og tjena harðan valuta til samfelagið, sum høvdu havt verri við at komið hartil, um teir ikki høvdu teldutaluna til at hjálpa sær í skúlagongdini. Tailendskar kvinnur lurta eftir teldutaluni, so at tær hoyra, hvussu málið ljóðar, og hvussu orðini verða úttalað. Teldutalan mótar hesar kvinnur til at útbúgva seg í Føroyum og er soleiðis við til at integrera tilflytarar inn í føroyska samfelagið.

 

Uttan máltøkni vóru hesar søgur ikki til, og tær eru mangar fleiri.

 

Føroyskt er altso við í máltøkniligu menningini, men skulu vit vera reiðiliga errin av móðurmáli okkara – og tað skulu vit – so taka vit næsta stigið nú. Møguleikarnir eru nógvir, men serliga trý ting eiga at verða gjørd. Vit eiga at fáa tann føroyska rættstavaran at virka betur, vit eiga at fáa føroyskt við í Google Translate, og vit eiga at gera eitt føroyskt talu til tekst-forrit.

 

Tann føroyski rættstavarin er frálíkt amboð hjá øllum, sum skriva føroyskt, tí hann hjálpir til við at lúka burtur villur, sum eygað ikki sær. Hentur og líkatil. Rættstavarin virkar tó ikki á øllum plattformum og er tí ikki tann vinningur, sum hann kundi verið. Høvuðsorsøkin er, at føroyskt er ov lítil marknaður til at vekja peningaligan áhuga hjá stórfyritøkum sum Apple og Microsoft. Fróðskaparsetrið og føroyskar kt-fyritøkur hava roynt uttan úrslit, og Sprotin arbeiðir nú við at menna nýggjan stavara, sum vónandi fer at kunna loysa trupulleikan, men tað er ikki vist. Meðan vit bíða, kunnu vit fara inn í okkum sjálvi og umhugsa, hvørt vánaliga marknaðarappeal okkara ikki fyrr ella seinni má hava ta fylgju, at landið má rinda heimsfyritøkum ein posa av pengum fyri at fáa slík arbeiði gjørd. Ein modernaður rættlesari kundi eins og orðabókatænastan hjá Sprotanum verið gáva til Føroya fólk. Tann gávan hevði glett øll.

 

Google Translate er heimsins kendasta umsetingarmaskina við yvir 100 málum og 500 milliónum brúkarum um dagin, og øll hava ókeypis atgongd. Orð fyri orð eru umsetingarnar álítandi. Til setningar eru tær fínar sum rátýðingar hjá tí, sum dugir eitt sindur á at skyna, og til ber at leggja betri uppskot afturat so hvørt. Tað hevði verið fongur at fingið føroyskt við í Google Translate, ikki bara fyri føroyingar, men eisini fyri útlendingar, sum leita sær kunning um Føroyar. Fyri at fáa fyritøkuna Google at geva hesum ans, skipaðu Atlantic Airways og Visit Faroe Islands fyri PR-átakinum Faroe Islands Translate, og sanniliga hevur tað lukkast teimum at fáa samband við ovastu leiðsluna í Google, og hon er við upp á tað. Jonhard Mikkelsen er sjálvandi mitt í rokanum. Sum fyrsta stig hevur Google fingið alt tilfarið til ensk-føroysku orðabókina hjá Sprotanum útflýggjað, og Google tekur nú støðu til, um farast skal víðari, og hvussu tað so skal gerast. Verður hildið áfram, verður tað aktuelt at fáa aðrar føroyskar orðabøkur við. Tað verður eisini ein spurningur um rættindi hjá teimum, sum skapt hava verkini, men vónandi fer hetta spennandi átak at bera á mál. Eisini í hesum føri eigur tann politiski myndugleikin at vera klárur og tørna til sum bulldosarin, ið kann bróta niður teir fíggjarligu múrar, sum ofta reisa seg í slíkum málum. Tað er til gagns fyri okkum øll.

 

Eitt talu til tekst-forrit er eitt forrit, har teldan skrivar tað á skíggjan, sum sagt verður við hana. Hetta er so nýtt í føroyskum, at einki orð er fyri tí enn. Á enskum eitur tað automatic speech recognition, stytt ASR, ella bara speech to text, stytt STT. Summi kalla tað raddarkennara, og lat okkum brúka tað í hesum sambandi.

 

Ein raddarkennari er fyrst og fremst eitt neyðugt amboð hjá teimum, sum hava ilt við at skriva. Tað kunnu vera skriviveik, og tað kunnu vera fólk, sum hava fysiskar avbjóðingar ella aðramáta einki hava tað við at skriva. Ein skjót meting fortelur, at umleið 5.000 føroyingar kunnu hoyra til henda bólk. Fyri teir verður raddarkennarin eitt frambrot, sum fer at styrkja demokratiska leiklut teirra og geva teimum betri samfelagsliga vælveru. Teir sleppa við.

 

Raddarkennarar eru samstundis grundarlagið undir øllum hentleikum, sum hava við raddargrundað samskifti við tól at gera. Kendast man vera Siri hjá Apple, men øll slík tól brúka raddarkennarar. Ein føroyskur raddarkennari letur tí upp fyri óteljandi hentleikum, eisini teimum, sum liggja frammi í ókomnum døgum og bíða eftir at verða uppfunnir.

 

Tað verður eisini ført fram, at raddarkennarar kunnu brúkast sum skrivstovuamboð til eitt nú skrásetingaruppgávur hjá heilsuverki og øðrum almennum stovnum, men royndir vísa, at enn skal tøknin forbetrast nakað til at kunna kalla hetta ein generellan sannleika.

 

Fyrsta fetið til at gera ein føroyskan raddarkennara er nýliga tikið. Fólkini eru lutvíst tey somu, sum gjørdu ta føroysku teldutaluna. Á odda er Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum og kvinnuligur parallellur til Jonhard Mikkelsen. Tað verður ótrúliga spennandi at síggja, hvussu leikur fer, og fram um alt mugu politikarar og hvør tann, sum hevur fíggjarliga orku til tess, vera við til at stuðla hesum og øðrum framtøkum, sum gjørd verða innan máltøkni í føroyskum.

 

Tá ið verkini eru skapt, fer eingin at vilja vera tey fyriuttan.

 

Sjúrður Gullbein