Ognarfornøvn
Á donskum og enskum, sum munnu vera vanligastu mál at týða úr, verða ognarfornøvn nýtt øðrvísi enn á føroyskum. Týðingar verða nógv natúrligari, tá ið týðarin er varur við hetta. Á føroyskum seta vit ofta navnorðið bundið heldur enn at hava ognarfornavnið við.
Dømi:
”Sæt din hat som du vil” – ”Set hattin, sum tú vilt”.
”Hun har glemt sin skoletaske” – ”Hon hevur gloymt skúlataskuna ”.
”Han tog sin cykel frem” – ”Hann tók súkkluna fram”.
”De ville gerne have deres børn med” – ”Tey vildu fegin hava børnini við”.
Enn meiri ræður um at ansa eftir týðingum úr enskum, har tey nýta ”his” ella ”her”, har føroyskt og danskt nýta ”sín”. Gev gætur: á føroyskum siga vit eisini ”sín” í fleirtali; tað verður ikki gjørt á donskum. Har verður tað ”deres”, eins og ”their” á enskum.
Orðaflokkar og gerðsøgn
Ofta fáa vit lættari mál á føroyskum, tá ið vit umskriva setningar soleiðis, at vit heldur nýta sagnorð og lýsingarorð enn navnorð, og somuleiðis, tá ið vit nýta gerðsøgn heldur enn tolsøgn.
Dømi:
”Ved økologisk dyrkning bevares jordens frugtbarhed” – ”Tá ið vit velta vistfrøðiliga, verður jørðin betur verandi fruktagóð”.
”Tag nogle dybe indåndinger” – ”Anda djúpt inn”.
”Vi blev mødt med venlighed og gæstfrihed” – ”Tey vóru blíð við okkum”.
Orð, sum líkjast
Tað er skjótt at týða til eitt orð, sum líkist, hóast merkingin er ymisk. Siga danir ”en sø”, so er tað eitt vatn, hóast ”en sømand” er ein sjómaður. Danskt ”havvand” er sjógvur, og tað danska ”hav” fevnir bæði um føroyskan sjógv og hav.
”Begrunde” er ikki at grunda, men at grundgeva. At grunda er nakað heilt annað.
Ein ”billión” á enskum er ein milliard (túsund milliónir), men ein billión á føroyskum og donskum er ein millión milliónir, sum á enskum eitur ”trillion”. Á donskum er ”en trillion” eina millión ferðir størri enn ein ensk ”trillion”.
Ein míl á norskum og svenskum er væl longri enn tær mílir, vit vanliga tosa um, nevniliga 10 km.
Ávirkandi og óávirkandi sagnorð
Á enskum kunnu summi sagnorð vera ávirkandi, sum á føroyskum bara kunnu vera óávirkandi.
Dømi:
” They grow their own vegetables” – ”Tey dyrka/velta sítt egna grønmeti. Grønmeti grør væl.”
Ikki: Tey *grógva sítt egna grønmeti”, og heldur ikki: ”Tey *vaksa sítt egna grønmeti”.
” You can stand the lamp on the table” – ”Tú kanst seta lampuna á borðið. Lampan stendur á borðinum”.
Elin Henriksen