Útgivið tann: 20.03.2018
25. mars er móðurmálsdagur

Vit eiga øll móðurmálið, og vit hava tað við okkum í flestum lutum hvønn dag, men 25. mars varpa vit serligt ljós á móðurmálið.

 

Vit halda móðurmálsdag á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, sum var føddur 25. mars í 1819. V.U. Hammershaimb var málsligur undangongumaður og slóðbrótari. Hann evnaði skriftmálið til og skrivaði og savnaði saman tekstir, sum komu út í stórverkinum Færøsk Anthologi í 1891.

 

Móðurmálið var á einum vegamóti í tíð Hammershaimbs. Føroyskt var munnliga gerandismálið, sum varð brúkt í heimligum umhvørvi, meðan danskt var málið í skúla, kirkju og almennum viðurskiftum, bæði í talu og á skrift. Við ongum skriftmáli og donskum embætisverki vóru livilíkindini sera vánalig hjá lítla málinum í Føroyum. Tá V.U. Hammershaimb saman við øðrum málkønum evnaði føroyska skriftmálið til í 1846, vóru bert eini 7000 fólk í Føroyum.

 

Skriftmálið og tjóðskaparliga vekingin um aldarskiftið lívgaðu móðurmálið, so tað í staðin fyri at líða máldeyðan, blómaði og mentist til tað móðurmálið, vit eiga í dag.

 

Stavseting Hammershaimbs sást fyrstu ferð á prenti í danska tíðarritinum Annaler for Nordisk Oldkyndighed og Historie. Óli Skúlahaldari í Suðuroy hevði savnað saman ramsur við gandaorðingum, sum Christian Pløyen, fúti, sendi tíðarritinum at prenta. Tað var í hesum sambandinum, at V.U. Hammershaimb við hollari vegleiðing frá íslendska Jóni Sigurðssyni og dananum Niels Matthias Petersen evnaði føroyska skriftmálið til í 1846.

 

Nú sløk 200 ár eftir tíð Hammershaimbs er føroyskt á einum øðrum vegamóti. Tá var alneyðugt at fylgja við hinum málunum og fáa skriftmál fyri at yvirliva. Í dag er tað máltøknin, sum er so umráðandi. Fær føroyskt ikki betur fótafesti á máltøkniliga pallinum, er tí ikki lív lagað. Samskiftið flytir seg alt meira og meira inn á teir pallarnar, og veruleikin er tann, at er móðurmálið ikki tøkt á pallinum, har málbrúkarin ferðast, so verður annað mál valt framum.

 

Glottar eru tó. Føroyingar eru góðir við móðurmálið, og vit hava góð fólk, sum arbeiða fyri málinum. Orðabókapallurin hjá Sprotanum er framúrskarandi og hevur alstóran týdning fyri móðurmálið. Vit eiga eisini góð tekst-til-talu forrit, sum eru ein avgerandi hjálp hjá lesi- og sjónveikum.

 

Alneyðuga stigið nú at taka er at fáa talu-til-tekst forrit, týðingarforrit og yvirhøvur at fáa føroyskt mál at fylla meira á mongu fólkakæru undirhaldspallunum, sum eru á netinum.

 

Leinki til ymiskt føroyskt undirhaldstilfar til børn:

 

VIT

Síða hjá Kringvarpi Føroya við barnatilfari

á føroyskum máli, t.d. søgum, sangum og

sjónvarpssendingum.

Strok

Síða hjá blaðnum Strok. Har eru greinir, ummæli

og annað tilfar til børn í skúlaaldri.

Píka7

Síða hjá blaðnum Píka7. Ymiskt tilfar, t.d. um

djór, til smæstu skúlabørnini.

Snar

Undirvísingarportalur við alskyns tilfari á

føroyskum máli, t.d. temasíðum, útgávuheimum,

spølum og myndorðabókum.

Tatanka.FO

Stuttir filmar til tey smæstu, har tey læra tøl, litir,

bókstavir o.a.

Purlu knokk Sjónbandaløg við føroyskum barnasangum.

 

Leinki til sendingar hjá Kringvarpi Føroya um móðurmálið:

 

O, móðurmál (1:3)

O, móðurmál (2:3)

O, móðurmál (3:3)

 

Sólvá Jónsdóttir