Á stytsta degi, 21. desember, varð ársins orð valt í beinleiðis útvarpi í morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hjá Kringvarpinum. Laila Hentze, nevndarlimur í Felagnum føroysk marknaðarfólk, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, og Sólvá Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, vóru øll trý á einum máli um, at fiskivinnunýskipan skuldi fáa heiðurin at vera ársins orð í 2017.
Tað eru lurtarar, sum senda uppskot um ársins orð inn til sendingina Góðan morgun Føroyar. Síðan velur Málráðið tíggju av innsendu orðunum, sum veljast skal ímillum í beinleiðis sending í útvarpinum.
Tey tíggju orðini, sum vóru vald í ár, vóru:
Sjúkrarøktarfrøðingur, válgarsoyra, asimuttur, fiskivinnunýskipan, kannabis, vargur, clearing, ferðavinna, lobbyistur og #MeToo.
Grundgevingar fyri at velja fiskivinnunýskipan til ársins orð í 2017 vóru m.a., at orðið hevur verið sera nógv at hoyrt í 2017 bæði á politiska pallinum og í miðlunum og ikki minst í vanligum kjaki millum fólk. Orðið viðkemur teimum flestu og kemur eisini at standa eftir sum eitt eyðkenni fyri árið 2017.
Ársins orð var eisini valt í fjør, og tá var tað orðið hjúnabandslóg, sum fekk heiðurin.