Útgivið tann: 15.12.2017
Fyrrv. formaður í Føroysku málnevndini fingið heiðursrit á 60 ára degnum

Hósdagin 14. des. var hátíðarløta á Føroyamálsdeildini í sambandi við, at Jógvan í Lon Jacobsen, professari, dr.philos., fylti 60 ár. Í tí sambandi hava starvsfelagarnir heiðrað hann við heiðursritinum Bók Jógvan.

 

Í 1997 varð Jógvan í Lon Jacobsen valdur í Føroysku málnevndina. Jógvan var formaður í Føroysku málnevndini í tíðarskeiðinum 1997-2004 og aftur í tíðarskeiðinum 2009-2012.

 

Heitið Bók Jógvan sipar til áhugan hjá Jógvani fyri okkara málsøgu og málsliga margfeldi. Orðingin Bók Jógvan fylgir mynstrinum, sum er ein av mongum háttum at lýsa ognarsamband í føroyskum, tó at tað ikki er eins vanligt og onnur mynstur.

 

Í heiðursritinum eru 29 javnlíkamettar greinar eftir føroysk og útlendsk vísindafólk. Greinarnar savna seg breitt um málfrøði og bókmentir og eru á føroyskum, øðrum norðurlendskum málum og enskum. Ritstjórnað hava Zakaris S. Hansen, Anfinnur Johansen, Hjalmar P. Petersen og Lena Reinert. Útgevari er forlagið Fróðskapur.

 

Heiðursritið er til keyps í bókabúðunum.