Útgivið tann: 28.03.2017
Vælkomuorð móðurmálsdagin 2017

Á móðurmálshaldinum í Løkshøll 25. mars helt formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, hesa røðu:

 

Góða landsstýriskvinna, góða samkoma!

 

Siðurin at halda móðurmálsdag hevur nú verið afturvendandi í nøkur ár, og í ár hava vit ta gleði at halda dagin her í stásiligu Løkshøll í Runavík. Vit takka fyri vælvildina og fegnast um at hava fingið henda møguleika og gleða okkum til dagin.

 

Spurt kann verða: hví halda móðurmálsdag? Tað einfalda og skjóta svarið er, at fyri øll hevur tað týdning at steðga á og geva móðurmálinum ans og á tann hátt geva sær stundir at umhugsa støðuna hjá móðurmálinum: Hvussu er statt við tí? Hvussu kann støðan hjá móðurmálinum styrkjast? Umstøðurnar og avbjóðingarnar hjá málinum broytast sum alt annað í samfelagnum, tí málið er amboðið, allastaðni har ið vit eru saman og virka í felagsskapi.

 

Onkur hveppir seg kanska við at nýta eitt heiti sum móðurmál í hesum sambandi, kanska av ótta fyri, at í tí liggur okkurt útihýsandi og úrvalt, tjóðskaparliga ella á annan hátt. Men tað haldi eg als onga grund vera at óttast. Tí móðurmál hava vit øll, sama hvar í heiminum vit liva. Tað er tað fyrsta málið, sum vit fara inn í lívið og út í heimin við. Tað er við móðurmálinum, at vit seta orð á okkara fyrstu eygleiðingar, tankar og kenslur, og við tí, at vit stútt og støðugt nema okkum størri kunnleika um okkum sjálv, onnur og umheimin.

 

Á einum slíkum degi er gott høvi at umhugsa, hvussu støðan hjá móðurmálinum er, og hvussu okkara støða er til tað. Um vit lýsa móðurmál sum tað málið, sum hvør einstakur hevur hjá sær sum sítt fyrsta mál, sítt grundliggjandi mál, sum liggur undir øllum øðrum málum, ið hann ella hon dugir, so eru í Føroyum nógv og ógvuliga ymisk móðurmál umboðað. Í eini uppgerð frá fólkateljingini í 2011 taldi eg meir enn 90 ymisk mál. Føroyskt er eyðvitað nógv best umboðað við sløkum 94%, danskt við góðum 3% og síðan eru onnur norðurlandamál, enskt og evropeisk mál, men eisini mál úr Asia sum t.d. filipinskt og tailendskt.

 

Ein dagur sum hesin er tí eisini eitt høvi hjá hesum fólkum at hugsa um sítt móðurmál og hvussu tað hevur tað, og eisini persónliga at meta um, um tey nú liva nóg væl við sínum móðurmáli og t.d. geva tí eitt natúrligt pláss hjá sínum børnum t.d., soleiðis at tað ikki verður forfjónað.

 

At vit í Føroyum leggja dent á føroyskt á einum almennum móðurmálsdegi er sjálvsagt og púra natúrligt, tí føroyskt er høvuðsmálið og móðurmál hjá nógv teimum flestu, sum her búgva. Men í teirri stóru heildini er føroyskt eitt pinkumál (mált í talandi), og tí er sera avgerandi, at vit øll, sum hava føroyskt sum mál, standa saman um málið og geva tí tær bestu umstøður at trívast og mennast í. Hugsa vit ikki um føroyskt, so kunnu vit ikki vænta, at nakar annar fer at gera tað fyri okkum.

 

Ein hin størsta málsliga uppgávan í løtuni er tí at vinna føroyskum pláss í talgildum miðlum, har ið børnini og tey ungu brúka so stóran part av síni tíð og leggja sína orku málsliga. Tað er alneyðugt fyri at føroyskt skal eiga framtíð fyri sær.

 

Í ár hava vit valt at hava yrkismál sum evni á móðurmálsdegnum. Tað gera vit, tí yrkismál er ein týðandi partur av einum framkomnum og fullmentum nútíðarmáli. Yrkismálið fevnir um allar teir yrkisligu partar, sum merkja gerandislívið í einum modernaðum samfelag, tí tað er málið, sum verður brúkt og er neyðugt alla staðni, har sum fólk virka og vinna sær til lívsins uppihald. Almannamálið er – sum orðið sigur – tað málið, sum vit øll brúka í okkara gerandisdegi hvør við annan. Har er fjølbroytni ein dygd. Tað uppliva vit so mangan, tá ið vit hitta fólk av øðrum plássum enn okkara egna. Tey kunnu hava annan framburð av somu orðum enn vit ella enntá brúka onnur orð ella brúka tey við aðrari merking. Tað rokna vit tíbetur ikki sum annað enn eina dygd og sum nakað, ið fjølbroytir okkara mál og styrkir tað.

 

Í yrkismáli er tó øðrvísi við hesum, tí eitt yrki snýr seg nógv um at vera neyvur í orðum og hava greiðar tilvísingar í tí, sum vit siga og meina. Tí er dygdin í yrkismáli, at orð og orðingar eru so eintýdd, at vit uttan hóvasták og iva vita heilt neyvt, hvat ið sipað verður til. Við einum greiðum og útbygdum yrkismáli gerast vit før fyri at taka lut á øllum teimum yrkisøkjum, sum eru neyðug og hava týdning í einum framkomnum samfelag.

Við hesum fáu orðum fari eg at bjóða øllum vælkomnum og ynskja okkum øllum ein fruktagóðan og munagóðan móðurmálsdag 2017.