Útgivið tann: 28.03.2017
Móðurmálshald í Løkshøll

Á samkomu í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði virðislønina vegna landstýriskvinnuna Rigmor Dam.

 

Tað vóru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum aftur í ár skipaðu fyri Móðurmálsdegnum, ið er alment og ókeypis tiltak. Móðurmálsvirðislønin, sum Mentamálaráðið letur, er 25.000 kr.

 

Móðurmálstiltakið í Løkshøll byrjaði við, at Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðaði vælkomin. Síðan setti Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, Móðurmálsdagin 2017.

 

Elinborg Pálsdóttir sang í tveimum umførum. Ásbjørn Berthelsen spældi kontrabass.

 

Málráðið hevur í ár valt yrkismál sum evni. Evnið varð lýst í fimm stuttum fyrilestrum.

 

Fyrsta fyrilesturin helt Jógvan í Lon. Hann var um yrkismál og almannamál. Frá hesum fyrsta yvirskipaða fyrilestri, sum gav eitt gott yvirlit, fóru vit til ein meira spesifikkan fyrilestur um yrkismál í skúlabókagerð beint nú. Tað var Elin Henriksen, sum greiddi frá um orð, ið verða brúkt í nýggjum roknibókum, sum hon ger fyri Nám. Roknibøkurnar eru týddar úr norskum. Triðja fyrilesturin í fyrra umfari hevði Marjun Arge Simonsen, sum greiddi frá um yrkisorðagerð.

 

Eftir ein kaffisteðg í matarhøllini í Løkshøll vóru tveir fyrilestrar. Hin fyrra hevði Maria Dam, sum røddi um yrkismál í evnafrøði, og hin seinna hevði Randi Kúrberg, ið røddi um føroyskt ítróttamál. Eftir henda væl valda fyrilestur varð Móðurmálsvirðislønin handað, fyrst og fremst fyri júst eitt gott og livandi føroyskt ítróttamál.