Útgivið tann: 28.03.2017
Móðurmálsvirðislønin 2017 latin Suna Merkistein

Á móðurmálshaldinum í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars varð móðurmálsvirðislønin fyri 2017 latin útvarps- og sjónvarpsmanninum Suna Merkistein. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði Suna virðislønina vegna Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Grundgevingina prenta vit niðanfyri:

 

Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað

 

SUNA MERKISTEIN

 

fyri hansara avrik innan yrkismál.

 

Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

 

Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

 

Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

 

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit í dag Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017.