Útgivið tann: 27.02.2017
Føroyskir teknifilmar læra børn stavrað, tøl og litir

Sp/f Tatanka hevur latið úr hondum tríggjar føroyskar teknifilmar til smábørn. Við sangi og myndum læra børnini stavrað, tøl og litir á føroyskum saman við Stúta, Flaksa og Fimu – einum veðri, einum lunda og einari haru. 

Filmarnir eru at finna á YouTube. Við loyvi frá Sp/f Tatanka leggja vit leinkini her á heimasíðuna hjá Málráðnum:

“Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum stavraðið” - https://www.youtube.com/watch?v=YNBRxeehIpk

“Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini” - https://www.youtube.com/watch?v=wok9jIOBFn4

“Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir” - https://www.youtube.com/watch?v=7Cg4URCgKfw