Útgivið tann: 20.12.2016
Ársins orð 2016

Ársins orð 2016 er hjúnabandslóg. Tað varð avdúkað í sendingini Góðan morgun, Føroyar í Kringvarpi Føroya fríggjamorgunin 16. desember.

 

Í morgunsendingum í vetur hevur Kringvarpið heitt á lurtarar at senda inn uppskot um ársins orð. Inn komu yvir 100 uppskot. Millum tey innsendu orðini vórðu vald 10 orð, sum tey trý Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, Kristin Magnussen, málfrøðingur á Málstovuni, og Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólkum, valdu ársins orð burturúr.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at ársins orð verður valt í Føroyum.