Útgivið tann: 07.10.2016
Móðurmálstiltak á Føroya Fólkaháskúla 1. oktober 2016.

Røða, Martin Næs, deildarstjóri, helt á móðurmálstiltaki á Háskúlanum við heitinum ‘Ung og málið’, leygardagin 1. okt. 2016

 

Kæru áhoyrarar. Ung og hálvgomul!

 

Í løgtingslógini um málráð frá 2012 stendur einastaðni um uppgávurnar hjá málráðnum: “at málráðið skipar fyri átøkum, málinum at frama” (§5, stk. 5).

 

Sigast má, at tiltakið á Háskúlanum í dag er á mangan hátt í tráð við hesa áseting í lógini.

 

Mangan hevur verið staðfest, at skal føroyska málið hóra undan og mennast, er einasta gongda leið at fáa fatur í teimum ungu. Og hvat er tá meira natúrligt enn at kasta saman við Føroya Fólkaháskúla, sum, í fluttari merking, hýsir vøggu móðurmálsins, og sum í dag er mannaður við júst teimum ungu fólkunum, sum skulu bera okkara mál fram á leið.

 

Við hesum fari eg Mentamálaráðsins vegna at takka Málráðnum, Føroya Fólkaháskúla og fyrireikarunum annars fyri hetta frálíka tiltakið.

 

Vit vita øll, at filmur og filmsvinna er nakað, sum nógv verður tosað um í øðrum londum. Ja, hetta verður aðrastaðni umrøtt sum mentanarligur vinnuvegur. Í Føroyum hava vit í nøkur ár havt nakrar fáar einstaklingar, eg mundi næstan sagt, sum hava klipt og fiskað á hesum økinum, og hesum fáu til heiðurs, er tað nú eydnast bæði at fáa eina skjótt vaksandi játtan á løgtingsfíggjarlóg landsins, og fyri nøkrum fáum døgum síðan at handa tveimum landsstýrisfólkum álit um eitt filmshús, sum skal setast á skinnarar komandi ár.

 

Høvuðsyvirskriftin fyri tiltakið í dag er “Ung og málið” við undirheitinum: filmskapping.

 

Hvør einstakur okkara hevur sínar fordómar at stríðast við. Soleiðis er eisini við teimum, sum hava meiningar um eitt nú føroyska málið ella um føroyska filmsframleiðslu. Tað ber ikki til at gera føroyskan film, siga nógv: vit duga ikki, vit hava ikki ráð, og vit eiga ikki fólkið o.s.fr.

 

Men fordómar eru ikki eftirfarandi. Hesar ógrundaðu hugsanir eru ikki rættar.

 

Eg skal siga tykkum eina søgu, sum tíverri er lítið málslig, men sum kanska er eitt sindur filmisk – um ein av mínum egnu fordómum, og sum eg havi upplivað á egnum kroppi fyri nøkrum árum síðan:

 

Fyri 10-15 árum síðan búði eg í Keypmannahavn eitt skifti og fann upp á at fara at renna. Tá ið eg rann mest, lá tað um einar 5 km um dagin. Men hetta er ikki søgan.  Á túrinum hitti eg nógv fólk, ofta tey somu, summi fekk eg gott samband við og kom í prát við, onnur fekk eg bara eygnakontakt við, meðan uppaftur onnur fekk eg als einki samband við. Tey flestu sá eg ongantíð aftur – bara ta einu ferðina.

 

Millum annað gjørdist eg heilt góður vinur við ein arbeiðsleysan prentara av Bornholm, sum styðjaði seg til sína súkklu, ella sat á beinkinum við vatnið við ølini í hondini og sendi mær speiskar viðmerkingar. Hann helt ikki nógv um renningina, og spurdi, um eg ikki var alt ov gamal til hatta rennaríið. Hann bað meg halda uppat við hasum tvætlinum.

 

Við síðuna av prentaranum har á beinkinum sat oftani ein annar maður, sum eisini sat og drakk sína svørtu, tjúkku øl. Eg royndi í tvey ár at fáa tann mannin á tal, men einki bar til. Hann hugdi altíð til  viks, tá ið eg kom framvið. Serliga tá ið hesin sat har einsamallur, settist eg hjá honum og royndi at koma á tal við hann, men null.

 

Prentarin og eg høvdu bókina til felags, um man kann siga tað soleiðis, vit høvdu nógv at práta um, og tá ið eg møtti honum á tokstøðini, á torginum ella á bókasavninum, var hann altíð blíður og týður. Hin maðurin broyttist ikki. Eg uppgav at fáa samband við hann, tíverri. Og sló meg bara til tols við tí, at tað flættaðist ikki við hann. Hann var ein av hesum sosialu taparunum, sum samfelagið hevur alt ov nógvar av, hugsaði eg. Og so rann eg víðari.

 

Soleiðis gingu tvey ár!

 

Tá ið eg rann mín síðsta túr um vatnið, sótu báðir vinmenninir á beinkinum: prentarin og harra X. Eg steðgaði á, og skundaði mær at fortelja teimum, at nú kom eg ikki aftur í morgin,  og  eg ‘takkaði fyri trúfesti frá áskoðaraplássinum’.

 

-Náh, segði prentarin og spurdi: hví? og hvagar eg ætlaði mær at flyta? Eg segði honum, at nú fór eg at flyta, og leiðin lá aftur til Føroya.

 

-  Til Færøerne!!! segði hann. Han er færing!!! Og nikkaði yvir ímóti harra X.

 

Har stóð eg sum kánus og visti ikki, hvat eg skuldi siga, ella á hvørjum beini eg skuldi standa.

 

Eg settist á beinkin ímillum teir báðar, og á ramligum føroyskum fekk eg eitt fínt og drúgt prát við harra X, eitt prát, sum eg seint fari at gloyma.

 

Henda løtan undirstrikaði, at tær ógrundaðu hugsanir, sum fordómar ofta eru – ikki altíð eru rættar.

 

Góðu tit øll. Hjartaliga takk fyri tiltakið í dag. Alt tað besta.