Útgivið tann: 03.10.2016
Móðurmálstiltakið ung og málið

Rokkur, upplestur, samrøðusalong, framløgur um ung og málið... Ymiskleikin í skránni á Føroya Fólkaháskúla leygardagin 1. oktober gav eina mynd av tí stóra spenni, har ung nýta føroyska málið.

 

Kunnu listarliga frælsið og málburðurin ganga hond í hond ella eru avbjóðingar? Anna Poulsen frá Røddini tosaði við teir báðar yrkjararnar, Petur Pólson og Trygva Danielsen, um teirra mál. Áhugaverd samrøðusalong, har komið var inn á ymsar málsligar avbjóðingar hjá føroyskum listafólki.

 

Tríggjar lesandi á Setrinum løgdu fram í stuttum framløgum úrslit av málsligum kanningum, tær hava gjørt í sambandi við BA-ritgerðir. Olga Helmsdal greiddi frá kanningini um føroyskt-enskt kotuskifti hjá tannáringum, Rakul Skaale Andreasen greiddi frá kanning síni um hugburð hjá suðuroyarungdómi til teirra egnu dialekt, og Anna M. Hentze greiddi frá kanning síni um orðfeingi hjá næmingum í 1. flokki.

 

Martin Næs, deildarstjóri á Mentamálaráðnum handaði vinnaranum í filmskappingin besti filmur um málið 10.000 kr. fyri filmin “Orðið”,og áskoðaravirðislønina á 2.000 krónur handaði hann fyri filmin “At miða eftir málinum”.

 

Tónleikur hevði eisini sítt pláss á móðurmálstiltakinum. Bólkurin Hamradun legði fyri og AVE endaði tiltakið á Háskúlanum.