Útgivið tann: 21.09.2016
Ung og málið verður 1. okt., kl. 13-17

Almenna móðurmálstiltakið ung og málið verður á Føroya Fólkaháskúla

 

            leygardagin 1. okt, kl. 13-17.

 

Vinnarin av filmskappingini hjá Málráðnum verður kunngjørdur.

 

Á skránni verður tónleikur, filmar, framløgur, upplestur, samrøður og annað. Eisini verður ein áskoðaravirðisløn latin. Háskúlin skipar fyri kaffisølu.

 

Komið á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14 í Havn, hin 1. oktober og njótið ein dag við áhugaverdum innihaldi um ung og málið.

 

Tiltakið er alment. Møtið fjølment.