Útgivið tann: 14.09.2016
Ung og málið

FILMSKAPPING - BESTI FILMUR UM MÁLIÐ

Ert tú ímillum 14 og 20 ár og eigur eina snildfon? So er lagamanni at vera við í kappingini um at vinna besta filmsbrot og vinning á 10.000 krónur.

Spæl tær við málinum.

 

Filmsbrotið skal takast upp við snildfon og skal lýsa tað, ið tú heldur er mál - mál kann nevniliga vera so mangt.

 

Klár? Byrja... NÚ!

Ella, bíða! Ein lítil treyt er aftrat! Eitt undirevni, ið eisini skal vera við at mynda filmsbrotið, verður kunngjørt hin 12. september, klokkan 17. So tástani er klárt at byrja upptøkurnar.

 

HUG AT VERA VIÐ? Les meira um kappingarreglurnar her >

 

Vinnarin verður kunngjørdur á stóra móðurmálstiltakinum UNG OG MÁLIÐ, ið verður á Føroya Fólkaháskúla í Havn hin 1. oktober, kl. 13-17. Nógv annað spennandi verður eisini á skránni henda dagin.