Útgivið tann: 09.09.2016
Móðurmálið

Ung og málið


Málráðið stendur fyri Móðurmálsdegnum. Eitt tiltak, har ráðið á hvørjum ári velur at varpa ljós á eitt serligt málsligt øki. Fyri 2016 hevur Málráðið valt evnið ung og málið.

 

Almenna móðurmálstiltakið ung og málið verður á Føroya Fólkaháskúla leygardagin hin 1. oktober 2016, kl. 13-17.

 

Á skránni verður skriviverkstova, filmar, tónleikur, framløgur, upplestur, samrøður og annað. Vinnarin av filmskappingini hjá Málráðnum verður kunngjørdur, og vinningurin er 10.000 krónur. Háskúlin skipar fyri kaffisølu.

 

Komið á Føroya Fólkaháskúla hin 1. oktober og njótið ein dag við áhugaverdum innihaldi.

 

Tiltakið er alment. Møtið fjølment.

FILMSKAPPING - BESTI FILMUR UM MÁLIÐ
 

Ert tú ímillum 14 og 20 ár og eigur eina snildfon? So er lagamanni at vera við í kappingini um at vinna besta filmsbrot og vinning á 10.000 krónur.

 

Spæl tær við málinum.

 

Filmsbrotið skal takast upp við snildfon og skal lýsa tað, ið tú heldur er mál - mál kann nevniliga vera so mangt.

 

Klár? Byrja... NÚ!
Ella, bíða! Ein lítil treyt er aftrat! Eitt undirevni, ið eisini skal vera við at mynda filmsbrotið, verður kunngjørt hin 12. september, klokkan 17. So tástani er klárt at byrja upptøkurnar.

HUG AT VERA VIÐ? Les meira um kappingarreglurnar her

 

Vinnarin verður kunngjørdur á stóra móðurmálstiltakinum UNG OG MÁLIÐ, ið verður á Føroya Fólkaháskúla í Havn hin 1. oktober, kl. 13-17. Nógv annað spennandi verður eisini á skránni henda dagin.