Útgivið tann: 01.06.2016
Mál, kyn og javnstøða

Málið er ikki bert eitt samskiftisamboð, men gjøgnum málið kunnu vit eisini vísa nøkur virði, kenslur og hugburð til tað, sum tosað verður um. Men kjarnin í kjakinum um málið í javnstøðuhøpi snýr seg um ikki at gera mismun millum kynini ella ikki lata nakran vera fyri vanbýti av málsligum orsøkum.


Samsvarsbending
Føroyskt hevur sum kunnigt trý málslig kyn: kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn og hevur samsvarsbending millum navnorð, lýsingarorð og fornøvn. Danskt og norskt t.d. hava bert tvey kyn: samkyn og hvørkikyn og eru tí í hesum lættari at handfara enn føroyskt. Um vit bera føroyskt saman við t.d. danskt, síggja vit munin:


føroyskt: báturin er nýggjur, hann er nýggjur; súkklan er nýggj, hon er nýggj; borðið er nýtt, tað er nýtt.
danskt: båden er ny, den er ny; cyklen er ny, den er ny; bordet er nyt, det er nyt.


Føroyskt hevur ymsar bendingarendingar í kall- og kvennkyni bæði í navnorðum og lýsingarorðum og hevur ymisk snið av persónsfornavninum, men danskt hevur somu navnorðsending (-en), sama snið av lýsingarorðinum (ny) og sama fornavn (den). Nýtslan av hesum málkynjunum í føroyskum sæst aftur í samsvarsbendingini av persónsfornøvnum og lýsingarorðum; er t.d. navnorðið í kallkyni, mugu tilsvarandi lýsingarorð, fornøvn o.s.fr. eisini vera í kallkyni, t.d.


kokkurin er góður, hann er góður


og tað ger tað sama, um kokkurin, talan er um, er kvinna ella maður. Við øðrum orðum hevur tað ongan týdning, um fólkið, sum sipað verður til, er maður ella kvinna, ella um vit ikki vita tað; tað, sum hevur týdning, er tað málsliga kynið hjá orðinum. Tí er tað skeivt at siga t.d.


prestur er sjúk ella stjórin er nýggj (um talan er um kvinnur í hesum størvum). Vit mugu siga

 

prestur er sjúkur og stjórin er nýggjur


tí tað er tað málsliga kynið, sum er avgerandi fyri samsvarsbendingina og ikki tað lívfrøðiliga kynið. Men vita vit kynið, kunnu vit siga:


Prestur er sjúkur, men hon er komin heim aftur av sjúkrahúsinum.


Tá ið dentur verður lagdur á júst hetta evnið, er tað tí, at vit ofta síggja málbrongl júst av hesum ávum: fólk gera ikki mun á málkyni og lívkyni og lata lívkynið vera avgerandi fyri samsvarsbendingina.


Rætt er eisini at samsvarsbenda umsagnarliðin, t.d.


Hann kennir seg sjúkan; hon kennir seg sjúka; barnið kennir seg sjúkt; tey kenna seg sjúk.


Starvsheiti
Mælt verður til at nýta kynsómarkað starvsheiti sum t.d. lærari, fulltrúi, skrivari, leiðari, politistur, sjúkrahjálpari (vit vita ikki um talan er um ein mann ella eina kvinnu). Men vit hava verri enn so altíð kynsómarkað orð, t.d.: sýslumaður, løgmaður, ljósmóðir, jarðarmóðir. Men vilja vit partú vísa á, at talan er um kvinnu ella mann, ber til at nýta bæði -kvinna/-kona og -maður alt eftir lívkyni: tingkvinna/-kona, tingmaður; landsstýriskvinna/-kona, landsstýrismaður, forkvinna/-kona, formaður, talskvinna, talsmaður o.s.fr. Til ber í summum førum at nýta -fólk ella -manning sum kynsómarkaða orðing: arbeiðsfólk, embætisfólk, landsstýrisfólk, tingfólk. Men ikki ber til at nýta forfólk um ein formann. Í einstøkum førum ber til at nýta orðið limur: varalimur, løgtingslimur.


Áhugað verða biðin um at ringja
Tá ið søkt verður eftir fólki, krevur javnstøðulógin, at munur ikki verður gjørdur á kynjunum, tí er tað í samsvari við javnstøðulógina at siga: søkt verður eftir maskinmeistara til frystitrolara, áhugað ringið... (ikki áhugaðir).


Fornavnanýtsla
Tá ið vit tosa um eitt ávíst fólk, nýta vit vanliga tað fornavnið, ið samsvarar við tað natúrliga kynið (lívkynið), og tá kann mótsetningur koma í millum tað natúrliga og tað málfrøðiliga kynið:


Hevur tú sæð prest? Ja, hon fór við bussinum í morgun (prestur/hon).
Løgmaður segði, at hann fór at kanna málið (løgmaður/hann).
Barrvørðurin segði, at hon seldi ikki meira øl (barrvørðurin/hon).
Stjórin, hvar fer hon at halda jól? (stjórin/hon).

 

Er tað heilt greitt, at tosað verður bert um annað kynið, lagar fornavnið seg eftir tí natúrliga kyninum:


Barnsferð gevur arbeiðstakara rætt til tænastufrí, um so er at hon hevur arbeitt...

 

Av tí at flestøll starvsheiti eru kallkynsorð (bókavørður, elektrikari, gøtusópari, lærari, pedagogur, prentari, skrivari, smiður, stjóri o.s.fr.), krevur samsvarsbendingin, at fornavnið skal vera í kallkynssniði (hann), sum í hesum føri er kynsómarkað, tá ið vit ikki vita, um tað er maður ella kona. Men um vit ikki vilja nýta hann, ber til at nýta tað kynsómarkaða tann.


Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er dreivutur stílur at siga t.d. hann/hon, sum verður settur/sett skal kunna...


Frægari er tá at siga: Tann, sum verður settur ella Tann, sum verður sett/-ur.


Í staðin fyri at siga t.d.: Samfelagið má vísa granskaranum størri virðing og geva henni og honum betri sømdir loysa vit knútin við at nýta fleirtalssniðið:


Samfelagið má vísa granskarunum størri virðing og geva teimum betri sømdir.


Í starvslýsingum verður mælt til at siga:


Tann, ið fær starvið ella tann, ið vit seta í starv...


Søguliga er kallkynssniðið - umframt at hava kallkynsmerking - eisini kynsómarkað, og tí falla kallkynssniðini so natúrlig, t.d.:


eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir
hann, ið einki vágar, hann einki vinnur.


Tað er óheppið altíð bara at nýta hann ella bara hon í vanligari talu, tí eiga vit at leggja okkum eftir at finna kynsómarkaðar orðingar. Vit eiga at royna at nýta ymiskar orðingar og ikki altíð liggja á tí sama, samstundis sum vit orða okkum neyvt og smidliga.


Norðmaður, eingilskmaður, funningsmaður
Mong munnu hveppa seg við at nýta norðmaður um eina norska kvinnu og eingilskmaður um eina kvinnu úr Onglandi. Í staðin fyri at siga t.d. norðmaðurin Gro Harlem Brundtland ber til at siga: Gro Harlem Brundtland, sum er norsk ella Gro Harlem Brundtland úr Noregi ella ein norsk kona, sum eitur...


Vit kunnu illa kalla eina konu úr Funningi fyri funningsmann, men heldur funningskonu - sum felagsheiti ber til at siga funningsfólk. Kirkjumaður er maður av Kirkju. Sagt verður bæði kirkjukona og kona av Kirkju, og sum felagsheiti ber bæði til at siga kirkjufólk og fólk av Kirkju.


Nøkur tilmæli
Mælt verður til ikki at gera mun á kvinnum og monnum, men at vísa eins stóra virðing fyri báðum kynjum


• Nýtið fornavn og eftirnavn eins fyri kvinnur og menn, t.d. Jákup Jensen og Anna Danielsen vórðu vald í stýrið.
ella
Jákup og Anna vórðu vald í stýrið
• Nýtið kynsmarkað orð í staðin fyri kynsómarkað, har ið tað hóskar: talsmaður, talskvinna; formaður, forkvinna.
• Tá ið størv verða lýst leys, eiga starvslýsingarnar at verða orðaðar soleiðis, at tær ikki taka annað kynið fram um hitt.
• Mælt verður til at nýta kynsómarkað orð um t.d. álitisstørv: álitisfólk, varalimur.
• Fyri at gera greitt, um vit tosa um kvinnur ella menn, ber til at nýta bæði maður og kvinna/kona: forkvinna, formaður; heimildarkvinna, heimildarmaður (sum kynsómarkað kann nýtast heimildarfólk), javnaðarkvinna, javnaðarmaður (kynsómarkað: javnaðarfólk), løgreglumaður, løgreglukvinna; vísindakvinna, vísindamaður (kynsómarkað: vísindafólk)
• Tá ið óneyðugt er at nevna kynið, ber til at nýta menniskja, persónur ella fólk: býarmenniskja; fakfólk; privatpersónur.
• Í fleirtali verður ofta fólk nýtt: embætisfólk, ítróttarfólk, sjófólk.
• Vit kunnu bara mæla fólki til eisini at hugsa um kvennkynsorð, tá ið nýggj starvsheiti skulu gerast (orð sum t.d. røkja, sjúkrarøkja eru til í málinum).

 

(Tilfarið í hesi greinini er úr Orðafari nr. 48, desember 1998, eitt sindur tillagað.)