Útgivið tann: 06.04.2016
Vælkomuorð á móðurmálshaldi 2016

Kæra landsstýriskvinna, góða samkoma.

 

Vegna fyrireikararnar er tað mær ein heiður at bjóða øllum vælkomnum til móðurmálshald her í hugnaligu Nýggjustovu hetta síðsta hóskvøld í marsmánaði.

 

At halda móðurmálsdag er nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, og dagurin hevur undanfarnu ferðir verið hildin 25. mars, á føðingardegi V.U. Hammershaimbs. Í ár fall 25. mars tó á langafríggjadag, og tí samdist fyrireikingarnevndin um, at dagurin í staðin skuldi haldast sum skjótast eftir tað.

 

Vit hava seinastu árini livað, og vit liva framvegis í eini kollveltandi tíð við stórum avbjóðingum á talgilda og samskiftisliga økinum, gamlir mentanarpallar verða skiftir út við nýggjar, sum seta onnur krøv. Tað hevur við sær stórar avbjóðingar fyri føroyskt mál.

 

Tað er ein sannroynd, at stórur partur av uppvaksandi ættarliðnum brúkar nógv av síni tíð á netinum ella á onkrum elektroniskum miðli umvegis fartelefon, teldil og teldu, og eins stór sannroynd er tað, at størsti partur av hesum fer fram á fremmandum máli, einamest enskum. Tí er tað altavgerandi fyri framtíðina hjá føroyskum, at føroyskt gerst ein sjónligur valmøguleiki og stendur fólki í boði á hesum nýggju pallum, ikki sum einasta tilboð, tí tað er vónleyst (og neyvan eftirynskjandi heldur), men føroyskt má standa í boði og ikki vera so fráverandi, sum tað er í løtuni.

 

Tað er umráðandi, at vit málsliga hava ein føroyskan spegil at kenna okkum aftur í og menna okkum út frá. Mín staðiliga áheitan er tí, at vit øll, tað almenna og stovnar og privatar fyritøkur og vit sum einstaklingar, at vit øll standa saman um at útvega okkum føroysk talgild tilboð, tað veri seg spøl, læruforrit o.a., tí ein hin størsta málsliga uppgávan í løtuni er júst at vinna føroyskum pláss á talgildum miðlum, har ið børnini og tey ungu brúka so stóran part av síni tíð og leggja sína orku málsliga. Tað er alneyðugt fyri at føroyskt skal eiga framtíð fyri sær.

 

Vit hava heilt einfalt ikki ráð at missa móðurmálið, okkara hjartamál, tí so missa vit sambandið við okkum sjálv. Málið er kjarnin í tí, sum vit eru sum einstaklingar, sama hvar í heiminum vit vaksa upp. Og tað er eisini við málinum, at vit skapa felagsskapin.

 

Hetta snýr seg ikki um avbyrging ella ikki at vilja vita av øðrum, tí vit skulu sanniliga eisini hava atgongd til tað fremmanda og kenna tað, men tað eigur at kunna gerast við góðum kjølfesti í okkara egna máli og okkara egnu mentan.

 

Hesa ferð hava vit valt “ung og málið” at vera evni á móðurmálsdegnum. Eitt væl umtókt øki millum ung í dag er føroyskur filmur. Støðan hjá málinum verður knýtt at hesum miðli, og heitið fyri tiltakið her í Nýggjustovu í kvøld er føroyskur filmur og málið. Tað verður lýst við framløgu og samrøðu við fólk, sum eru knýtt at filmsgerð. Ætlanin er tó seinni í heyst at skipa fyri einum størri tiltaki, sum tekur fram fleiri aðrar tættir, sum viðvíkja ungum og málinum.

 

Zakaris Svabo Hansen